– Vit ynskja at skapa eitt rúm, har publikum ikki bara lurta, men traðka inn í eina heildaruppliving, sigur Jenný Kragesteen.
FRUM er tónleikaverkætlan hjá Jenný Kragesteen, sum hevur givið út tónleik síðan 2017. Við sínum tónleiki hevur hon ferðast runt í heiminum og staðið á alskyns pallum. Í 2023 setti hon upp eina stóra teaturkonsert í Norðurlandahúsinum, har tónleikur, sjónleikur og visuell list runnu saman í eina heild.
Í 2025 komu heili tvær heildarútgávur frá FRUM. Fyrst kom Whirlpool, og síðan føroyska útgávan Íða, sum hevur tað serliga eyðkennið, at føroyskir gestasangarar eru við á øllum løgunum.
Tónleikurin á teimum nýggju útgávunum hevur eitt gjøgnumgangandi tema um ringrásir – heilt frá uttast í alheiminum til innast í menniskjanum. Hetta kemur eisini greitt til sjóndar í framførslunum hjá FRUM, sum eru eyðkendar av sterkari visuellari gjøgnumførslu og einum greiðum listarligum samleika.
Til konsertina í Listastovuni hevur hon fingið sangaran Elinborg við sær, umframt poetin Beinir Bergsson, sum eisini fara at framføra saman við FRUM.
Elinborg er ein av mest sermerktu røddunum á nýggja norðurlendska tónleikapallinum. Við einum myrkum, filmiskum poppljóði og sterkum visuellum samleika hevur hon vakt altjóða ans – bæði við føroyskum og enskum útgávum.
Beinir Bergsson er ein týðandi rødd í føroyskum bókmentum. Hann hevur givið út trý yrkingasøvn og hevur verið tilnevndur til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins; yrkingar hansara kanna kærleika, longsul og samleika við dirvi og nærlagni.
Konsertin byrjar kl. 20.30, dyrnar lata upp kl. 20.00 og atgongumerki fáast á www.atgongumerki.fo og við dyrnar.
Framførslan er stuðlað av Økistónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald