Politikkur

FROM THE RIVER TO THE SEA – JØDAR FÁA IKKI FRIÐ

Eingin ivi er um, at jødarnir eru sera kroystir í dagsins Evropa, og at antisemitisman er verulig og vaksandi. Tað eigur at fáa okkum at ressast og tala at.

2025-04-22 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

“...En udstødelse af jøderne fra Vesten vil trække udstødelsen af Kristus med sig, for Jesus var jøde.” Soleiðis verður endurgivið í bókini “Bonhoeffer – præst, martyr, profet, spion” ið sigur søguna um Dietrich Bonhoeffer og bardaga hansara fyri jødunum undir Seinna heimsbardaga. Álvarsom áminning í álvarsomu tíðini, vit liva í, har tað á Vaglinum, kring Evropa og eisini í USA verður rópt og skrálað: “From the river to the sea Palestine will be free!” Eitt antisemitiskt herróp, sum ynskir Ísrael strikað av heimskortinum.


Havi gjørt mær nakrar tankar um tað, sum sær út til at røra seg í evropeiska grannalagnum og eisini hevur hug at traðka sær rás til okkara her í Føroyum.

 

FÓLKADRÁP Í FINSEN

Mangt og mikið er skrivað og sagt um spentu og syndarligu støðuna í Ísrael og Gaza seinastu tíðina. Bylgjurnar ganga høgar, og sjálvt her í fjarskotnu og friðarligu Føroyum eru frontarnir trektir upp – serliga víðgongdur tykist vongurin, ið veittrar við fremmandum flaggi hvørja viku umkring Vaglið, at vera. Seinast í Finsen, har ógvuslig rakstrarróp geltu um geilar og gøtur, um at gestirnir – allarflestu teirra ganska gemenir føroyingar, ið høvdu leitað sær til eitt tiltak um Ísrael – eru samsekir í fólkadrápi. Ikki smávegis ákæra eitt várligt góðveðurstýskvøld mitt í Norðuratlantshavi. Og tað í lembing. Burtur úr vón og viti.

 

FLAGGSKOMM

Haraftrat bleiv eitt ísraelskt flagg stolið, skammfarið og skemmað. Almennir, antisemitiskir tónar, sum eg ikki minnist meg hava hoyrt førdar fram her heima soleiðis á alljósum kvøldi í hvussu er. Ófrættakendir og lítið hugaligir hógvar, sum stinga undan, haldi eg. Stolna flagginum mátti Rasmus Effersøe vist nokk taka sær av, til løgreglan tók yvir.  “Úr øllum ættum koma vindar” yrkti sami Effersøe, tá hann fyri einum 145 árum síðani sat í Svøríki og longdist heim til Føroya. Vesturættin bar honum heilsu yvir bylgju úr Føroyum og frá fólki har. Fólki, sum ynsktu og untu honum alt gott. Vøkur lýsing av heimlandinum og fólki tess. Lítið er at ivast í, at Effersøe á Vaglinum man hava staðið model til bæði eitt og annað tey 92 árini, standmyndin hevur staðið á tinghúsvøllinum – løtan við speirikna ísraelska flagginum um hálsvølin er uttan iva eitt lágpunkt. Yrkingin endar annars við hesum orðum: “Lat vesturætt ta skjútsond vera, sum altíð meg kann minna á, at Føroyum eg ei skomm skal gera, men tær í æru halda má.”

 

BROYTINGARVINDAR

“Winds of Change” sungu Scorpions á sinni, tá eitt lýtt lot av eystri fekk Kalda kríggið at blotna og bráðna, Múrin at morla og mjølvast og Jarntjaldið at søkka saman. Broytingarvindar við vón um betri dagar í sátt og semju. Nógv vatn er runnið í ánni síðani tá, og Evropa er heilt nógv broytt seinnu árini – og tað neyvan bara til tað betra. Hendingin í Havn hatta kvøldið í Finsen boðar ikki frá góðum, haldi eg. Vónandi bert ein einsligur, knappligur kastivindur og ikki nakað, sum fær fastatøkur á føroyingum, men man kann loyva sær at ivast, tá man sær, hvussu rákið er – veri tað seg hjá okkara allarnærmastu norðurlendsku og skandinavisku grannum ella á evropeiska fastlandinum: JØDAR FÁA IKKI FRIÐ. Tað er tað stutta av tí langa. 

 

JØDAR FÁA IKKI FRIР – SJÁLVT Í RÍKISFELAGSSKAPINUM

Sjálvt mitt í hjartanum á okkara kæra kongaríki er hesin sannleiki púra opinberur: Jødar hava ikki savningarfrælsi. Við synagoguna í Krystalgade 12 í Keypmannahavn standa alvápnaðir vaktarmenn og ansa eftir allan sólarringin! Ansa eftir, at eingin loypur á jødarnar, eins og í 2015, tá synagogan var mál fyri eini terroratsókn, sum kostaði mannalív. Jødiska musem’ið í Keypmannahavn hevur somuleiðis vápnaðar vaktir. Í Bergen kenna jødar seg ikki tryggar við at hátíðarhalda páskirnar í ár og siga seg vera noyddar at gera tað í loyndum (dagen.no). Fyri fáum árum síðani var jødiskur kirkjugarður í Randers útsettur fyri ræðuligari vandalismu. Og hvør minnist ikki Eurovision í Malmø í Svøríki fjør? Sangarinnan, tann 20 ára gamla Eden Golan, ið umboðaði Ísrael, fekk deyðshóttanir og mátti fáa trífalt ta verju, sum onnur fingu. Carolineskolen, jødiski skúlin í Keypmannahavn, hevur avlýst skúladagar og hert vaktarhaldið vegna ótryggleika. Í mars mánaði í ár varð ein ung kvinna álopin á Christiania, spýtt á og rópt “barnamordari”. Hví? Jú, hon hevði eitt ísraelskt flagg á rygginum. Flaggið varð skorið av, og kvinnan hálað eftir vegnum, áðrenn ein maður tók kvørkratak. Palestinska flaggið hevur annars frítt at fara Keypmannahavn, ja, eins og í Havn, hugsi eg. Sama við savningarfrælsinum hjá pro-palestinum, veri tað seg á Vaglinum ella aðrastaðni. Millum annað í mars mánaði í ár, tá eitt stúvstappað Ráðhúspláss var karmur um muslimsku fríggjadagsbønina og eitt stuðulstiltak fyri Palestina. 

 

AFTUR TIL “WINDS OF CHANGE”...

...so stóð eg annars við leivdirnar av Múrinum – Die Berliner Mauer – fyri fyrstu ferð í fjør, faktiskt. Eg, Mirjam og Jógvan, yngsti sonur okkara, koyrdu okkum ein biltúr úr Miðjútlandi til Berlin, síðani til Prag, og so heimaftur til kæra kongaríkið. 8 veldugir dagar á vegnum. Í Berlin vitjaðu vit m.a. eisini Checkpoint Charlie og Brandenburger Tor, umframt stórslignu Berliner Dom kirkjuna. Sannast má, at tveir dagar í Berlin, ja, tað røkkur ongan veg, um ein skal síggja bert ein brotpart av tí, býurin býður. Tað verður næstu ferð. Eins og Danmark, so skortaði heldur ikki her við sama slag fløggum, sum tey veittra við á Vaglinum hvørt mánakvøld, tí palestinska flaggið sást allastaðni, har vit komu á ferðini gjøgnum Týskland. Allastaðni, og tað serliga í Berlin. Ísraelsk fløgg vóru tó sum lundi á jólanátt.

 

KIRKJUR ÚT...OG...

Hóast kirkjutornini framvegis hevja seg hátt í nærum hvørjari bygd og hvørjum býi, so hava evropearar mist trúnna í stóran mun. Ja, also, kristnu trúnna og eftirhondini enntá traditiónirnar. Las onkustaðni, at tað lukka einar 25-30 kirkjur árliga í Týsklandi, og at man væntar, at fjórði hvør kirkjubygningur í landinum fer at verða nýttur til annað virksemi í 2033 – til handlar, fitness-miðstøðir, matstovur osfr. Gev fólkinum undirhald, var tað ein, sum segði. Mannarættindi – saman við vitleysum identitetspolitikki, har m.a. maður er kvinna, og kvinna er maður; veðurlagsøði; grønum orkuskifti og annars undirhaldi av øllum handaslagi – sýnist at hava tikið plássið og samanhangskraftina, sum kristna trúgvin einaferð hevði...men sannast má hóast alt, at menniskjað livir ikki av breyði eina. Har ein so djúp samanhangskraft svinnur, ja, har kemur okkurt annað í staðin. Tí, tá reyðar pylsur, fleskasteik og klapphattar skulu vera mergurin í eini mentan, ja, so er skjótt, at okkurt fastari og føðsluríkari tekur yvir. Og tað er júst tað, sum hendir – ikki minst tá man velur at taka ovurhonds nógv fólk við púra fremmandari mentan og klettafastari trúgv inn upp á sera stutta tíð.

 

...OG MOSKUR INN....OG...

Fara vit bara 58 ár aftur í tíðina, so var eingin moska í Danmark. Nú er talið onkustaðni millum 170 og 200. Fara vit eini 100 ár aftur, so kundu muslimsku bønhúsini  í Týsklandi kanska teljast á einari hond, men tað eru nokk onkustaðni millum 2500 og 2800 moskur og islamisk bønhús í landinum í dag. Sanniliga sera sterkir broytingarvindar í grannalondum okkara – ja, í kongaríki okkara, enntá. Nógv djúptøknari, enn vit duga at geva okkum far um. Grundvøllurin verður skakaður, og vit eru í ferð við at lata ein heilt annan arv víðari til komandi ættarlið enn tann, okkum varð litin í hendur. Í Danmark eru stórar avbjóðingar við paralell-samfeløgum, m.a. í Gellerup parkini, har sambært BT.dk  “Sharia-patruljer styrer Gellerup med hård hånd,” og Tv2-dokumentaruin “Ghetto” lýsir sama trupulleika sera væl. Í Onglandi er støðan milt sagt sera avbjóðandi hesum viðvíkjandi eisini. “Britain has become the Western capital for sharia courts, with 85 operating throughout the country. The news hardly bodes well for those who still believe we have a functional integration strategy,” skrivaði The Telegraph á heimasíðu síni í desembur í fjør. Tað er ikki nøkur loyna, at jødar ikki eru væl sæddir í muslimskum londum, og seinastu nógvu árini er talið á jødum í hesum londum svunnið burtur í nærum einki. Samstundis hevur tað verið ein ómetaliga stór tilflyting til Evropa úr muslimskum londum seinastu árini, og í takt við stóru tilflytingina er talið á hatursbrotsverkum móti jødum vaksið nógv, sambært Rabbi Menachem Margilon. Ágangurin hevur ikki verið so stórur, síðani Seinna heimsbardaga.

 

...OG, JA,...JØDAR ÚT

Í januar í ár var hesin Rabbi Menachem Margolin, ið er leiðari fyri European Jewish Association, frammi og segði, at seinastu fáu árini eru 40.000 jødar fluttir úr Evropa vegna antisemitismu. Hann segði eisini, at 2025 verður eitt kritiskt ár fyri evropeiskar jødar: "...if the governments of Europe will not take seriously the measures that we are demanding from them this year, this is the beginning of the end of Jewish presence in Europe." Eisini segði hann, at antisemitisman er økt við 2000% síðani 7. okt 2023, tá Hamas framdi terrorálopið á Ísrael. (euronews.com). Høvuðsrabbinarin í stóru  synagoguni í París, Moshe Sebbag, segði soleiðis fyrr í ár, sambært meforum.org“There is no future for Jews in France. I tell all young people to go to Israel or to a safer country.” Sanniliga eru tað trongdartíðir hjá jødunum í Evropa – og profetisku orðini hjá Bonhoeffer ljóða enn týðiligari: “...En udstødelse af jøderne fra Vesten vil trække udstødelsen af Kristus med sig, for Jesus var jøde.”

 

“...TIGA HESIR, SKULU STEINARNIR RÓPA”...

...segði Jesus einaferð. Hendan útsøgnin kann kanska nýtast, nú sjálvt svorni og allarkendasti gudsnoktarin í okkara tíð, Richard Dawkins, er farin at duga at síggja virðið í einum samfelagi, sum byggir á kristna siðalæru, kristnar traditiónir, kristnar idé’ir. Sanniliga “Winds of Change” sum vilja nakað. Undir eini sjónvarpssamrøðu við Rachel Johnson hjá LBC segði hann seg vera ein “cultural Christian” og bar kristnu trúnni tann vitnisburð, at hon er ein “fundamentally decent religion”, og at hann kennir seg heima í “the Christian ethos”. Og so segði hann tað vera ræðandi, at islamiskir heiligdagar og moskur taka plássið frá kristnum siðvenjum, høgtíðum og katedralum. “If I had to choose between Christianity and Islam, I’d choose Christianity every single time,” segði hann eisini. Var tað eitt sjokk, at Dawkins játtaði sína navn-kristnu trúgv, ja, so var sjokkið ikki minni, tá Ayaan Hirsi Ali, sera framstandandi gudsnoktari og vinkona Dawkins, játtaði sína persónligu, kristnu trúgv í fjør. Upprunaliga var hon muslimur, men vendi islam bakið og fevndi ateismuna. Í vitnisburði sínum, sum hon skrivaði á unherd.com hin 11. nov 2024, sigur hon m.a.: “...But I have recognised, in my own long journey through a wilderness of fear and self-doubt, that there is a better way to manage the challenges of existence than either Islam or unbelief had to offer.”

 

AV ÁVØKSTI KENNIST TRÆIÐ

Nei, eingin ivi er um, at jødarnir eru sera kroystir í dagsins Evropa. Hvassar antisemitiskar hvirlur rykkja og skrykkja og avdúka, at ágangurin er veruligur og vaksandi – veri tað seg í Keypmannahavn, í Bergen, í Oslo, Í Malmø ella, ja, í Finsen í Føroyum eitt góðveðurstýskvøld í lembing – og tað eigur at fáa okkum at ressast og tala at.

Eins og allur Vesturheimurin, so eiga føroyingar eisini ein ómetaliga djúpan og sterkan jødakristnan arv, og fruktirnar av hesum arvi – hesum træi við djúpu jødakristnu rótini – ja, tær eru opinberar, eins væl og fruktir islams eru tað, har tann trúgvin og tað regluverkið er rullað fult út. Sum Ayaan Hirsi Ali sigur í sama omanfyrinevnda vitnisburði: “...To me, this freedom of conscience and speech is perhaps the greatest benefit of Western civilisation. It does not come naturally to man. It is the product of centuries of debate within Jewish and Christian communities. It was these debates that advanced science and reason, diminished cruelty, suppressed superstitions, and built institutions to order and protect life, while guaranteeing freedom to as many people as possible....”

Og tá eg hyggi at mínum egna lívi, ja, so kann tað nokk bara undirmetast, hvørja ávirkan jødisku heiløgu skriftirnar, trúgvin, søgan og siðalæran hevur havt á meg og so óteljandi mong onnur, ættarlið eftir ættarlið. Tað er neyvan ov nógv sagt, at hon á ein og annan hátt er vovin inn í alt tað, eg eri. Djúpu sannleikarnir um Gud, um menniskjað, um upphavið, um longu og bronglutu søguna hjá Ísraels fólki, óútgrundandi sálmaskatturin, vísdómurin, orðtøkini og profetiini – og fram um alt søgan um Jesus, jødan – alt hetta havi eg fingið lagt í beinini frá ungum árum – tað veri seg í kirkju, á møti, í sunnudagsskúla, í fólkaskúlanum og so framvegis. Betri arvur at lata víðari finst ikki, og vit mugu fyri alt í verðini ikki missa hann.


Bárður á Lakjuni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder