Ein tráður í evnunum í 2013 var, at økt atlit til náttúru og vistskipanir geva okkum ferfalt aftur, tí ein náttúra, sum verður væl umsitin, kastar munandi meira av sær. Í 2013 var semja um, at føroyska náttúran verður ov hart troytt, og at hon tískil er í stórum vanda fyri áhaldandi lívfrøðiligum missi. Tað fór tí at verða neyðugt at seta tiltøk í verk beinan vegin til tess at steðga niðurpíningini av náttúruni. Tíðin var búgvin til at landbúnaður, náttúrufyrisiting og gransking í felag tóku neyðug stig at gera eina ætlan fyri burðardygga lendisnýtslu í Føroyum.
Nú sløk 10 ár seinni varð føroyska náttúran aftur viðgjørd, hesa ferð út frá einum meira hugmyndaligum sjónarhorni. Kjakið um nýggju margfeldislóggávuna vísti millum annað, at hugtakið náttúra er ikki eintýtt, men hevur ymsan týdning fyri ymisk fólk. Ráðstevnan snúði seg tí fyrst og fremst um náttúrufatan.
Í tíggju greinum viðgera høvundarnir ymiskar fatanir av náttúruni. Michael Jacobæus greinar, hvat hugtakið náttúra merkir ella kann merkja. Fataninar eru ymiskar, og náttúran broytist støðugt. Neyðugt er tí at vita, hvat vit tosa um fyri at kunna bera okkum rætt at, heldur Michael Jacobæus.
Ragnheiður Bogadóttir spyr, hvussu tað ber til, at vit ikki megna at gera nakað munagott við um hvørvistrupulleikarnar. Hon heldur, at nýhugsan og nýskapan av okkara sambondum við og í náttúru eru fremsta avbjóðingin fyri 21. øld.
Suni Petersen staðfestir, at endamálið við eini nútímans náttúruvernd eigur at vera at tryggja náttúrumargfeldið og tey ymisku virðini í náttúruni - nú og í framtíðini.
Malan Marnersdóttir skrivar um náttúrufatan í føroyskari yrking. Hon sigur, at náttúra er ein av høvuðstilfarskeldunum í skaldskapi, og at náttúrufyribrigdi, serliga landsløg, eru rættiliga fast myndatilfar í yrking og prosa.
Guðrun í Jákupsstovu viðger, hvussu ymiskt vit fata náttúruna, og at talan samstundis snýr seg um at fata okkum sjálvi. At taka ábyrgd av føroysku náttúruni merkir eitt nú at taka ábyrgd av, hvussu vit hyggja at henni – og harvið okkum sjálvum, sigur Guðrun í Jákupsstovu. Lis Mortensen og Gunnar Bjarnason lýsa, hvussu føroyska náttúran slítist. Náttúrukreftirnar gera sítt, og oman á hesar kreftir koma vit menniskju, tá vit brúka náttúruna á ein hátt, sum skundar undir slitið.
Kolbrún í Haraldsstovu hyggur fram í tíð og sigur, at framtíðin er náttúrunnar fjølbroytni og hon vísir á vandan, um fjølbroytnið minkar. Vit skulu læra um og kanna føroysku náttúruna, fyri betur at skilja, hvussu náttúran er fyri.
Turið Sigurðardóttir umrøður grót í fýra yrkingum frá teimum seinastu hundrað árunum. Hon spyr, hvat grót umboðar í hesum yrkingum, og hvat tað sigur okkum um tíðina, tær vórðu til í.
Jóan Pauli Joensen hugleiðir um, at tað er eitt mark fyri øllum. Ein burðardygg menning er ein vøkstur, uttan at tað natúrliga tilfeingið versnar fyri komandi ættarliðini.
Og virknasti høvundurin í Frøði, Jens-Kjeld Jensen, hevur eina „gestagrein“ í temablaðnum um snøggu skøru, sum hann sigur er eitt afturíafturkomið slag í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald