Eg eri giftur við Annbritt Toftegaard, saman eiga vit fýra døtrar.
Eg eri útbúgvin tyrluflogskipari síðani 1999. Eg arbeiði hjá Atlantic Airways. Seinasu tvey árin havi eg saman við mínum dagliga yrki sum tyrluflogskipari, verið við í arbeiðinum at menna tyrlusimolatorin, flúgviskúlan og undirvísingina hjá Atlantic Airways Aviation Academy.
Eg eri virkin í ymiskum frítíðarvirksemi og nevndararbeiði m.a. havi eg verið formaður í MB, nevndarlimur í 07 Vestur, kassameistari í Krígssavninum og kassameistari í MR og eg eri formaður í bogaskjótisambandinum. Á hvørjum ári eri eg við í arbeiðinum at samla pening inn til 07Vestur. Trivnaðararbeiðið og frítíðararbeiði liggur mínum hjarta nær, og verði eg valdur, fari eg at arbeiði fyri at betra um karmarnar hjá ítróttarfeløgunum og øðrum frítíðarfelagskapum.
Eg eri róligur, álítandi, framsíggin og ósjálvsøkin og um eg verið valdur inn í Vága kommunu fari eg m.a. at arbeiða fyri at betra ting sum longu eru í gongd, og eg havi sjálvandi eisini hugskot til nýggj ting, sum kunnu betra um trivnaðin.
Nøkur hjartamál:
Búðstaðar bygging møgueikar:
Vága kommuna skal leypandi hava grundstykkir tøk í øllum bygdum, soleiðis at eingin forðing er fyri, at ung kunnu seta føtur undir egið borð.
Nógv hevur verið frammi um alternativa bygging. Miítt uppskot er, at Vágakommuna gerð eina útstykking við smærri stykkjum á einum øki, sum er slatt og væl egnað til eldri borgarar. Har kunnu eldri borgarar byggja sær minni og betri hóskiligar búðstaðir og selja síni størru búðstaðir til borgarar, sum hava tørv á størru búðstaðum..
Betri umstøður til ítróttarfeløgini á Giljanesi:
Ítróttarfeløgini, sum nýta høllina á Giljanesi, mangla felagshølir. Her kann lættliga gerðast hølir á norðursíðuni á høllini til hetta endamál.
Bussur ímillum bygdir í Vágum
Fyri at betra um samanhald og trivna í kommununi, er sera umráðandi at fáa sett á stovn eina bussleið í kommununi og helst í allari oynni. Vága kommuna brúkar uml. 1,5 milliónir til skúlabuss, um skúlabussrin verður lagdur saman við eini bussleið, sum røkti flutningin av bygdarfólki runt í oynni dagliga. Hetta kann fíggjast við einum mánaðarkorti og ferðaseðlum fyri ein sømiligan prís. Dialogur við Sørvágs Kommunu um bussleið fyri Vágoynna er sjálvandi partur av hugskotinum. Tankin er, at hendan bussleið fer at hjálpa til at samansjóða allar borgarar í Vágum.
Fullføra arbeiðir sum eru í gongd.
Tað er umráðandi, at fullføra arbeiðir, sum eru í gongd og á henda hátta fáa vit fríðka enn meira um í bygdunum, til gleði fyri allar borgarar.
Mín meing er at tað er ein óskikkur at seta arbeiðir í verk og ikki føra tey á mál.
Her eru nøkur av málunum eg fari at arbeiða við.
Um eg verði valdur fari at at arbeið øllum borgarum og øllum økjum í kommununi at frama.
X við Fróða
X við Borgaralistan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald