Sylvain, ið er giftur føroyskari konu, hevur drúgvar royndir frá matstovuvinnuni. Seinnu árini í Keypmannahavn og áðrenn tað úr Fraklandi, haðani hann er ættaður.
Við Sylvain fær Hallartún eina fantastiska samanrenning av franskari sjarmu, innlit í føroyska mentan og eina heilt sermerkta fakligheit, har serliga vín og tænasta eru fokusøki. Hetta er ikki bert við til at lyfta Hallartún, men er eisini ein íblástur til føroyska matmentan og tænastu.
Í Hallartúni gleða tey seg til at heilsa gestum vælkomnum við ‘’Bonjour’’.
Summi hava kanska hitt Sylvain í Torvehallerne í Keypmannhavn, har hann hevur arbeitt í vínbarrini Le Petit, sum hann eisini er parteigari í.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald