Havast skal tó í huga, at tað var lítið at fáa av toski í yvirlitstrolingini í september 2021 og tí er framvegis óvist, hvussu nógv er til av toski á Føroyabanka. Hinvegin er eingin ivi um, at tað er nógv av hýsu á Føroyabanka. Sera nógv var at fáa av hýsu, bæði stórari og smáari. Nøgdirnar av upsa vóru munandi størri enn undanfarin ár og var talan um stóran upsa.
Vegna veður var bara roynt í góðar tríggjar dagar og var grunni parturin av Føroyabanka raðfestur. Vanliga verða 29 hál á ein tíma tikin, men í ár blívu einans 17 hál gjørd. Í hálunum vóru skrásett 17 fiskasløg og tvey sløg av høgguslokki. Nebbasild stóð í trolmeskunum á flestu trolstøðunum, og magakanningarnar vístu, at væl var etið av nebbasild. Sjóvarhitin við botn lá um 8,0 oC.
Myndin vísur nøgd (kg pr. tíma) av toski, hýsu og upsa á váryvirlitstrolingunum á Føroyabanka frá 1983 til 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald