2023-06-13 20:16
Við støði í AIS dátum, algoritmum og tóllæru hevur Fishfacts fingið til uppgávu at lýsa:
- Virksemið hjá russiskum fiskiskipum í Irmingarhavinum frá 2020 til 2023.
- Bretland hevur stongt havnirnar fyri russiskum skipum - hvussu nógv russisk fiskiskip landaðu, um- ella uppskipaðu í Stóra Bretlandi í tíðarskeiðinum 2020 til 2023
- Ísland hevur stongd havnirnar fyri russiskum skipum - hvussu nógv russisk fiskiskip landaðu, um- ella uppskipaðu í Íslandi í tíðarskeiðinum 2020 til 2023
- Lýsa russiska fiskiskapin eftir sild, makreli og svartkjafti frá 2020 til 2023
- Um russisk skip ikki sleppa at landa, um- ella uppskipa sild, makrel ella svartkjaft, ið ikki eru fevnd av fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland, hvørji eru útlitini fyri at russisku fiskiskipini bunkra olju og umskipa á opnum havi
- Lýsing av farmaflutninginum til og úr Føroyum
Frágreiðingin er umbiðin av:
- Bergfrost
- Christian í Grótinum
- Enniberg
- Effo
- Faroe Agency
- Faroe Ship
- Framherji
- JFK
- Magn
- North Pelagic
- KBI
- KJ
- KSS
- Varðin
- Vónin
Endamálið við frágreiðingini er at lýsa russiska fiskiskapin í Irmingarhavinum, føroyskum og í altjóða sjógvi í tíðarskeiðinum 2020 til 2023.
Framløgan er almenn. Øll eru vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald