Landsbankin:
Mynd 1 vísir føroysku bruttotjóðarúrtøkuna í ávikavist leypandi og føstum prísum í tíðarskeiðinum 2008 – 2024. Uppgerðin er endalig fram til 2021, meðan BTÚ í leypandi prísum í árinum 2022-2024 eru metingar.
Lyklatølini vísa framvegis, at føroyski búskapurin er í framgongd. Framleiðslan (BTÚ) er mett at veksa 5,9% í 2023, arbeiðsloysið er søguliga lágt, samlaðu lønarútgjaldingarnar eru veksandi, tal av fólki í starvi setur met, og handilsjavnin hevur framhaldandi stórt yvirskot.
Mynd 1 BTÚ, ársins prísir og fastir 2010-prísir (leinkja virðið)
Viðm.: Hagstova Føroyar hevur gjørt upp BTÚ í ársins prísum og føstum prísum fyri árini 2008 til 2021. BTÚ í ársins prísum 2022-2024 eru metingar Búskaparráðsins.
Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald