Havstovan: Frágreiðingin hevur eina stutta lýsing av havvistskipanini, og hvussu hon verður umsitin. Síðani er ein lýsing av, hvat virksemi (t.d. fiskiskapur og skipaferðsla) hevur ávirkan á vistskipanina, hvørji trýst virksemið elvir til, og hvørjir partar í vistskipanini verða ávirkaðir. Fimm tey størstu trýstini eru beinleiðis veiða av djórum, fysisk ávirkan á botnin, dálkandi evnir, burturkast í havinum og tilføring av tøðevnum. Beinleiðis veiða er mett at hava nógv størst árin á vistskipanina, og er hetta serliga á fisk, men eisini á sjófugl. At enda í frágreiðingini er eisini ein støðumeting av vistskipanini.
Metingin av ymsa virkseminum, hvørji trýst tað elvir til og á hvørjar partar í vistskipanini, er gjørd eftir einum fastløgdum leisti hjá ICES. Frágreiðingar fyri onnur økir, eitt nú Norðsjógvin og Norskahavið, eru gjørdar eftir sama leisti. ICES skipar fyri, at tríggjar ymsar frágreiðingar fyri hvørt øki verða gjørdar. Umframt fyri havvistskipanina, so eru frágreiðingar fyri fiskiskap og fyri aling. Fyri føroyska havøkið eru nú allar tríggjar frágreiðingarnar tøkar. Ætlanin er, at frágreiðingin um føroysku havvistskipanina skal endurskoðast um fimm ár.
Karin Margretha H. Larsen, Sólvá K. Eliasen og Petur Steingrund
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald