
Sanna verður 67 ár í komandi viku og Oddmar verður 67 seinast í februar komandi ár.
Tey hava verið trúgvir tænarar á skúlanum, Sanna byrjaði á Giljanesi, sum vikarur í 1972, og Oddmar byrjaði í 1981, Oddmar tók læraraprógv í 1981 og Sanna tók prógv í 2007.
Skúlin bjóðaði køkur og kaffi.
Løtan á skúlanum í gjár var sera hugnalig, Finnur Joen Jacobsen, virkandi skúlastjóri, helt eina góða røðu, hann rósti Oddmari í mangar mátar, men serliga fyri hansara megnar arbeiði á Nordplus økinum, Finnur rósti eisini Sannu fyri hennara arbeiði á fleiri økjum, Finnur var næmingur hjá Sannu á Giljanesi fyri fleiri árum síðan, eisini tóku tey læraraútbúgving bæði í 2007, Finnur hevur eisini verið næmingur hjá Oddmari.
Ásla Leila B. Johansen, forkvinna í menturnarnevndini í Vága Kommunu handaði Sannu og Oddmari gávur frá kommununi.
Oddmar fekk eisini heilsan úr Grønlandi frá Nordpluss samstarvsfelaga og Sanna frá vinkonum frá læraraútbúgvingini.
Thurid Olsen fyrrverandi lærari á skúlanum, fyrrverandi stjóri og varastjóri, hugleiiddi um Skúlan á Giljannesi frá byrjan til nú.
Tór Ingar Akselsen og Elin Akselsen framførdu tónleiik og sang, Oddmar sang og spældi gittar.
Vit tóku nakrar myndir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald