Nú Løgtingið leggur upp í ósemjuna millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið og harvið brýtur avtaluna frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi,
verður hervið boðað frá arbeiðssteðgi fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar og allar sjúkrarøktarfrøðiligar leiðslur, ið starvast eftir sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið á hesum støðum:
Sjúkrahúsverk Føroya
Heilsutrygd
Gigni
Almannaverkið,
Hvíldarheimið Naina
Blákross
Heilbrigdið
Herbergið
Fróðskaparsetur Føroya
Heilsuskúli Føroya
Sjúkrarøktarfrøðingar, ið arbeiða eftir sáttamála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og KAF eru ikki umfataðir av hesari fráboðan.
Arbeiðssteðgurin er galdandi frá tí løtu, uppskotið verður borið niðan í Løgtingið.
Allir limir felagsins verða biðnir at gera seg liðnan við uppgávuna, tær standa við og fara síðani heim at bíða eftir nærri boðum.
Vegna
Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald