Politikkur

Frá yvirskoti til eitt dundrandi undirskot

Føroya fólk - og komandi ættarliðini - hava uppborið ein skynsamari fíggjarpolitikk enn eitt dundrandi undirskot. 173 milliónir krónur í undirskoti – tað er alt annað enn nøktandi og leiðir føroyska búskapin út á vandakós.

2025-10-02 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í undanfarna valskeiði funnust táverandi andstøðuflokkar – teir, sum nú sita við valdinum – hvassliga at fíggjarpolitikkinum.
Avlopið, vit høvdu, var ikki nóg stórt, søgdu teir. Tað skuldi vera nógv størri. 
Teir koma so í stjórn og skriva í samgonguskjali:
“Vit vilja tryggja ein haldføran og sjálvberandi búskap fyri okkum og komandi ættarlið, venda halli til avlop í almennu fíggjarstýringini...”
Tó gerst veruleikin ein annar. Í roynd og veru beint øvugtur, fyri at siga tað, sum tað er. 
[object Object]

*2020 var eitt serligt ár, tí tá var koronu farsóttin í hæddini. Tíbetur fingu vit vent hesum rættiliga skjótt.
Avlopini, sum vit høvdu undanfarna valskeið, eru etin upp. Gongdin er vend – frá avlopi til dundrandi undirskot. Og ikki bara einaferð, men ár eftir ár. Ja, enn eitt dundrandi undirskot á fíggjarlógini.
Eisini veksa útreiðslurnar framhaldandi skjótari enn inntøkurnar, ið er ein vandakós fyri føroyska búskapin.
Støðan er álvarsom. Tí er neyðugt at venda hesi gongdini beinanvegin. Komandi ættarliðini hava uppiborið betri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder