2025-03-28 14:30

Miðføstusunnudag kl 11.00. Lestur. Talvan gongur til frama fyri Breyð til heimin.
Føstugudstænasta kl 18.00. Jóannes Purkhús, prestur prædikar. Kirkjukaffi aftaná.
Týskvøldið fyrsta apríl kl. 19.30 fer Helgi í Brekkunum at halda fyrilestur, hann kallar: “Liturgiin í føroysku kirkjuni fyrr og nú”. Hann hugleiðir millum annað um munin millum katólsku, anglikansku og luthersku kirkjurnar, og fer at nerta við litir og siðir undir gudstænastu. Nær vit gera hvat, og skulu vit í heila tikið gera tað?
Eisini verður nýggja altarbókin hjá føroysku kirkjuni umrødd. Kirkjukaffi aftaná.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald