Mentan

Frá 12. viku til 18. Viku – tá menniskjavirði verður skúgva til viks

Í Føroyum verður tað kjakast um, um tað ófødda barnið skal hava rættin til lívið ella um ongar avmarkingar skulu verða á fosturtøku evt. upp til 12. viku.

2023-09-26 14:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Kjarnan í hesum kjakinum er, hvørt virði við geva tí ófødda barninum. Í stuttum: er tað eitt potientielt menniskja ella er tað eitt menniskja við potientali.


Ein meiriluti í Etiska ráðnum í Danmark meldaði í dag út, at markið fyri fríari fosturtøku skal flytast frá 12. viku til 18. viku. Teir vilja ikki flyta seg upp á 22. viku, sum eitt nú Enhedslisten vil, tí tað er um hetta mundið, at eitt barn klárar at liva uttan fyri mammuna.


Tað er tó rættiliga bekymrandi at lesa grundgevingarnar hjá meirilutanum fyri 18. viku. Ein av grundgevingum fyri at flyta markið er: “At en udvidelse styrker kvinders selvbestemmelse, fordi den bl.a. giver plads til betænkningstid og til at handle på den viden, der kan erhverves igennem scanningstilbuddet i 1. Trimester” Altso við at flyta markið, so fær kvinnan møguleika fyri at gera ein “1. trimester kanning” (einaferð millum viku 11 og 14), har hon síðani hevur fram til 18. viku at avgera, um hon ynskir at varðveita barnið ella ikki. Í hesari kanningini fær mann eitt nú at vita um barnið hevur Downs syndrom. Tað er eisini eftir 14. viku, at tað er møguligt at síggja kyni á ófødda barninum.


So, samstundis sum Bjarni K. Petersen arbeiðir við at endurskoða føroysku lógina um fosturtøku, har fleiri ynskja sokallaða fría fosturtøku upp til 12. viku, so viðgera danir nú, um teir skulu lata upp fyri sorterings- maskinuni, har tú frítt kanst velja ella vrakað børn fram til 18. viku, við tí vitan tú nú einaferð hevur fingið tær til vega um hetta ófødda barnið.


Hesi viðurskiftini føra meg aftur og aftur til kjarnuna í hesum kjakinum um tað ófødda barnið og fosturtøku.


Tað er, hvat virði geva vit tí ófødda barninum og nær byrja vit at geva tí eitt virði.
Hjá mær er eingin ivi um, at barnið hevur eitt óendaliga høgt virði frá fyrsta degi, tað er frá giting. Tað er sjón fyri søgn, at tá vit flyta okkum frá hesum grundleggjandi virðinum og prinsippinum, so flyta vit okkum út eftir nøkrum óhugnaligum tangentum.

Steffan Klein Poulsen,
Løgtingsmaður fyri Miðflokkin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder