Vinna

Fountainhúsið 100.000 frá Lions

Ágóðin frá ólavsøkuframsýningini í Müllers Pakkhúsi er nú latin Fountainhúsinum, ið fekk tilsamans 100.000 krónur handaðar nú um dagarnar.

Vinstrumegin frá: Jóan Petur Hentze, forseti í Lions Club Tórshavn, og umboðini fyri Fountainhúsið, sum vóru Sólrun S. Michelsen, Einar Tórstún, Sámal Mortensen, Birita Petersen, Súsanna Winther Poulsen og Súna Mørk.

Vinstrumegin frá: Jóan Petur Hentze, forseti í Lions Club Tórshavn, og umboðini fyri Fountainhúsið, sum vóru Sólrun S. Michelsen, Einar Tórstún, Sámal Mortensen, Birita Petersen, Súsanna Winther Poulsen og Súna Mørk.

2022-10-19 13:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Aftur í ár royndist ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club Tórshavn sera væl, tí har vóru mong vitjandi og hugdu at teimum mongu listaverkunum, ið vóru at síggja. Hartil vóru mong listaverk seld, so talan gjørdist um ein góðan ágóða til Fountainhúsið.


Um dagarnar vórðu tær 100.000 krónurnar handaðar umboðum fyri Fountainhúsið, ið eisini greiddu nærri frá um virksemið, sum í stuttum snýr seg um at veita teimum millum 18 og 67 ár, ið hava ella hava havt sosialar og sálarligar avbjóðingar eitt arbeiðsrelaterað tilboð.


Talan er um eitt rehabiliteringstilboð, har førleikar og styrki verða ment, so møguligt er aftur at koma á arbeiðsmarknaðin. Fountainhúsið bjóðar ein skipaðan gerandisdag við arbeiðsuppgávum og endurvenjing – bæði fakliga, persónliga og sosialt.


Fleiri góð hugskot

Føroyska Fountainhúsið, ið heldur til á Tinghúsvegnum í Havn, hevur virkað í meira enn átta ár, og har koma umleið 35 fólk allar gerandisdagar í vikuni, so stórur tørvur er á tilboðnum, ið verður bjóðað. Hóast Fountainhúsið fær almennan rakstrarstuðul, er stórur partur av virkseminum fíggjaður við stuðli, eitt nú trivnaðartiltøk fyri limirnar, so sum útferðir, biograf, hugnakvøld og líknandi.


Tey, sum vóru møtt frá Fountainhúsinum at taka ímóti pengunum, høvdu fleiri góð hugskot til, hvussu peningarnir frá Lions Club Tórshavn kunnu brúkast. Onkur kundi hugsað sær okkurt sosialt tiltak so sum jólaborðhald, og onkur at fara útferð í Føroyum ella til okkurt av hinum Norðurlondum at vitja onnur Fountainhús.


Tað var Jóan Petur Hentze, forseti í Lions Club Tórshavn, ið handaði Fountainhúsinum gávubrævið.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder