Portal.fo:
Ríkisákærin hevur reist ákæru móti einum løgreglumanni í Føroyum fyri at hava misbrúkt sítt starv og fyri blúnisbrot.
Maðurin skal hava sett seg í samband við tríggjar kvinnur á boðtænastuni Messenger, og sagt teimum at hann skal avhoyra tær.
Tað skrivar Ritzau.
Hendingarnar fóru fram í desember í fjør.
Løgreglumaðurin skal sambært ákæruritinum hava verið eftir einari kvinnu uttan fyri miðnámsskúlan har hon gekk, og koyrt hana heim sín, har avhoyringin fór fram.
Eisini er hann møttur upp í skeinkistaðnum Sirkus í Havn, har ein onnur kvinna var stødd.
Ákærin fer eftir fongsulsdómi til løgreglumannin.
Ákærdi maðurin noktar seg sekan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald