2022-11-12 10:00
Talan er um ein mjøð av slagnum ‘braggott’: ein mjøður bryggjaður við malti og humlu, soleiðis at hann er ein blandingur ímillum mjøð og øl.
Jatnagarður, sum mjøðurin eitur, hevur aroma av frukt og blómum, og nógvan hunangs- og malt smakk, við einum veti av karamell. Hann hóskar sera væl saman við røstum.
Galdr varð stovnað í 2021 av brøðrunum Andrasi og Høgna á Lofti, og vinmanni teirra Peturi Eliasi Ellefsen. Í teirra egnu orðum er endamál teirra at ‘gera heimsins elsta drykk til heimsins nýggja yndisdrykk.’
Jatnagarður var settur til sølu í Rúsunum kring landið í gjár, 11.11.2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald