Ítróttur

Føroysku umboðini hittu Special Olympics luttakararnar

Í kvøld verður setanarhátíð í samband við Special Olympics World Games 2023.Í hesum sambandi eru landsstýrismaðurin í Barna- og undirvísingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, forseti ÍSF´s, Elin H. Joensen og formaðurin í Parasport Føroyar, Petur Elias Petersen við sum heiðursgestir í Berlin fyri at luttaka í setanarhátíðini, og hyggja eftir kappingunum komandi dagarnar.

2023-06-17 16:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tíðliga seinnapartin var skipað fyri einari lítlari móttøku á hotellinum har føroyska ferðalagið býr, har gestirnir við fylgi heilsaðu uppá føroysku íðkararnar.
Íðkararnir vóru, sum verða man, glaðir at hitta føroysku stuðlarnar, og greiddu tey frá hvørjum ítrótti tey hvør sær skulu luttaka í, umframt onkrum av tí tey hava upplivað higartil á ferðini.

Onkur av íðkarunum hevði eisini hug at bjóða landsstýrismanninum av í armstrekkingum.

Ein hugnalig løta, nú føroyska ferðalagið bíðar eftir at verða koyrt út á Olympiska stadion seinni í dag.

Nógv verður gjørt burturúr setanini tá Special Olympics World Games eru, og lova fyrireikarnir eitt brak av einum showið eisini hesuferð.
Setanarhátíðin byrjar kl 19.15 føroyska tíð, og ber til at síggja hana á onkrari av norðurlendsku rásunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder