Vinna

Føroysku U17-genturnar vunnu á Danmark

Danmark-Føroyar 2-3 (22-25,  33-31, 18-25, 26-24, 12-15)

2022-10-19 18:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Føroysku U17-genturnar í flogbólti vunnu í dag 3-2 á Danmark í dystinum um 5. plássið í kappingini um NEVZA-meistaraskapin, sum vit kunnu kalla ein víðkaðan Norðurlandameistaraskap við Onglandi aftrat. Tað var reint Hitchcock allan vegin, men tá tað galt, so slógu tær føroysku við saft og kraft, og viðhvørt við snildi, og tað gjørdi, at Føroyar vunnu javnbrótaran 15-12.


Danmark-Føroyar 2-3 (22-25,  33-31, 18-25, 26-24, 12-15)


Eftir frálíka byrjan og javnt við 11-11, sá út til at settið var farið, tá Danmark legði seg á odda 19-14. Men undirmetið ikki seiggið í teimum føroysku gentunum, tí brátt høvdu tær javnað til 22-22, og við at vinna fimm bóltar á rað, vunnu Føroyar settið 25-22.


Annað sett, sum ongan enda mundi fingið, var at kalla øvugt. Tað tóktist at vera í pottinum, tá Føroyar løgdu seg á odda 21-16, men "Danmark gjørdi ein Føroyar" og javnaði til 23-23. Og so byrjaði eitt intenst drama av tí aðru verð, har liðini skiftust um at hava settbóltar; Danmark hevði 4 og Føroyar 5, men tað var Danmark, sum fekk sín fimta at telja, og Danmark vann tí 33-31 við einum serviessi eftir feilmeting frá føroyska liðnum.


Í triðja setti gekk javnt á til 14-14, tá Føroyar tendraðu turbo'ina og spolaðu upp á 25-18.


Fjórða sett var ikki fyri veikar sálir. Javnt var mest sum alt settið, og soleiðis gjørdist støðan 24-24. Tá vann Danmark neyðugu tvey stigini og settið 26-24.


Síðan var javnbrótari á skránni, og her gekk upp á stás, og Føroyar løgdu seg á odda 3-0, men Danmark javnaði til 3-3 og 6-6. Fimm stig á rað fingu avgerandi týdning, og Føroyar løgdu seg á odda 11-6, og hóast Danmark minkaði um munin aftur til bert tvey stig, so vunnu Føroyar 15-12 við einum dundursmassji. 

Sostatt gjørdust Føroyar nummar fimm í kappingini, frammanfyri Danmark á sætta plássi. Svøríki vann kappingina við 3-0 sigri á Noregi í finaluni. Ísland vann bronsuna við sigri á Onglandi.

Tær sum spæla á føroyska U17 landsliðnum í flogbólti eru:


Sofía Weihe Simonsen, SÍ

Anja Sólja Niclasen, SÍ

Lív Bára Hansen, Fleyr

Brynja Jákupsdóttir, Fleyr

Saranja Mouritsen, Fleyr

Bára Leonsson Mouritsen, Fleyr

Tóta Búadóttir, Fleyr

Ranja Jóhannesdóttir Magnussen, TB

Bjørk Lunell Bruhn, TB

Ása Thorkildshøj, KÍF

Nicola Toftegaard, Ikast KFUM

Rikka Allansdóttir Joensen, DHV Odense


Venjari er Kristian Mikkelsen og hjálparvenjari er Annika á Stongum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder