Ítróttur

Føroysku súkklararnir stríddust

Aaron Genestar Sánchez frá Minorca vann Criterium kappingina hjá monnum

2025-07-20 21:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað var eitt stórt felt sum stillaði upp til kappingina hjá monnum. Og, eins og hjá kvinnunum, var veðrið av tí allar fagrasta.

Meðan kvinnurnar skuldu koyra 45 minuttir og síðan fimm umfør, so skuldu menninir koyra í 60 minuttir og síðan fimm finaluumfør.

Bæði kvinnurnar og menninir byrjaðu kappingina við at koyra eitt róligt umfar, ein sokallaðan ”masterstart”.

Ferðin reyk upp beint sum feltið hevði passerað málstrikuna, og so høg var ferðin, at tað næstan ikki bar til hjá dómarabilinum at koyra undan á snøkluta teininum runt í Kirkwall.

So høg var ferðin, at tað gingu ikki nógvir minuttir, at súkklarar duttu frá høvuðsfeltinum, sum perlur á snóri.

Føroysku súkklararnir stríddust.

Føroysku súríddust fyri lívinum. Men ferðin út stóra og sterka útbrotinum vaks og vaks, og tað var tí ongin hugsingur um hjá hvørki Paula Poulsen, eiheldur Niklas Halgren Niclassen at fáa Aaron Genestar Sánchez og allar hinar sterku súkklararnar aftur.

Súkklarar á sterka liðnum úr Jersey royndu, uppá skift, at leypa á og at koyra frá feltinum. Men løtu seinni var aftur status quo. Isle of Man gjørdu eisini bæði eina og tvær royndir, men aftur hesa ferð bleiv súkklarin koyrdur inn aftur, og løtu seinni var aftur samling í.

Teir fingu somu tíð, men sigurin hjá Aaron Genestar Sánchez úr Minorca, var greiður. Hann var leysur av silvur og bronsuvinnarinum, sum hesa ferð gjørdust Tyler Hannay og Jacob Mauger úr ávikavist Isle of Man og Jersey.

Meðan Pauli gjørdist nummar 29, so kom Niklas á mál sum nummar 35.

Úrslitið frá Criterium súkklukappingini hjá monnum sæst her:

https://orkney2025results.com/Sports/CYCLING/default.aspx?SportID=5&EventID=91

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder