Fishfacts hevur skrivað og givið út greiningina, “Mackerel Season 2022”, har
farið verður í dýpdina við norska, íslendska og føroyska fiskiskapinum eftir
makreli í 2022.
Hugt verður millum annað eftir:
- Hvat miðalveiðan er per skip
- Hvør fiskar mest effektivt: Føroyar, Norra ella Ísland
- Hvar makrelurin verður fiskaður
- Oljunýtslan hjá føroysku skipunum í miðal samanborið við norsku og íslendsku skipini
- Hvør hevur lægsta Co2-útlátið fyri hvørt fiskað kilo av makreli
- Aðrar greiningar
Við effektiviteti meinast veiðuúrtøkan fyri hvørja siglda sjómíl. Greiningin vísir
millum annað, at føroysku skipini vóru mest effektiv í oktober. Tá fiskaðu
føroysku skipini í miðal 1,1 tons av makreli fyri hvørja siglda sjómíl.
Næsthægsta úrtøkan var í august, tá fingu skipini í miðal eitt tons av makreli
fyri hvørja siglda sjómíl.
Hesar báðar mánaðirnar vóru tey føroysku skipini eisini tey mest effektivu
samanborið við tey norsku og tey íslendsku skipini.
Big data, algoritmur og maskinlæra
Greiningin byggir á AIS-dátur, algoritmur og maskinlæru. Veiðuhagtølini eru
fingin til vega frá myndugleikunum.
- Vit hava meira enn 6.000 fiskiskip í skipanini, og hvørt tað einasta
fiskiskip er knýtt at okkara egnað fylgisveinakervi. Fyri hvønn minutt,
sum gongur, framleiða vit dátur um ferð, vind, ferðamynstur og annað,
og tað merkir, at vit ein vanligan dag framleiða meira enn átta milliónir dátur – ella meira enn tríggjar milliardir dátur um árið, og tað er ikki
einki, sigur Hanus Samró, medeigari í Fishfacts.
Viðhefta sjónbandið vísir fiskiskapin eftir makreli hjá niðanfyrinevndu skipum í
tíðarskeiðinum 3. august 2022 til 3. september 2022:
- Finnur Fríði (FO)
- Christian í Grótinum (FO)
- Slaatterøy (NO)
- Gerda Marie (NO)
- Børkur (IS)
- Vilhelm Thorsteinsson (IS)
Fiskiskipini eru tilvildarliga vald. Tey endurspegla ikki greiningina á nakran
hátt, men sjónbandið vísir greitt, hvussu tú við søguligum AIS-dátum kanst
endurskapa og endurspæla slóðirnar og ferðamynstrini hjá føroysku, norsku
og íslendsku fiskiskipunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald