2022-04-22 15:43
Føroysku skipini hava góðan fiskiskap eftir svartkjafti í løtuni, og tað sæst eisini aftur nú skipini bíða í fleiri dagar at sleppa at landa fiskin.
Seinasta skipið, sum er komi inn er Jupiter. Jupiter skal landa mánadagin.
Árni Skaale, landsstýrismaður, hevur í dag lýst kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum.
Undantak verður nú givið føroyskum skipum frá at landa svartkjaft í Føroyum til og við 15. juni 2022. Kunngerðin kemur í gildið í morgin.
Sambært tølunum frá Vørn so hava føroysku skipini fiskað 78.000 tons av svartkjafti í ár. Føroyska svartkjaftakvotan í ár er 267.431 tons.
Ango | 2960 |
Arctic Voyager | 7508 |
Birita | 6357 |
Borgarin | 9392 |
Christian í Grótinum | 4194 |
Christian | 4880 |
Fagraberg | 14845 |
Finnur Fríði | 6343 |
Høgaberg | 173 |
Katrin Jóhanna | 6457 |
Norðborg | 204 |
Norðingur | 6913 |
Tróndur í Gøtu | 6106 |
Vestmenningur | 1836 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald