Vinna

Føroyskt sjónvarpsdrama í altjóða fokus: Úr Føroyum umvegis Róm til Hollywood

Føroyska filmsvinnan hevur veruliga fingið vind í seglini í seinastuni, og føroyskt sjónvarpsdrama ger nú eisini um seg á altjóða pallinum.

Savnsmynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Savnsmynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2025-11-03 07:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Torfinnur Jákupsson luttekur í hesum døgum á einum av fremstu evropeisku vinnuátøkum fyri sjálvstøðugar sjónvarpsframleiðarar í Róm. Saman við 17 øðrum úrvaldum røðum er ein av nýggju verkætlanum hansara, ein føroysk spenningsrøð, í fokus á sonevndu ACE Series Special verkstovuni. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroysk sjónvarpsverkætlan er umboðað. 

Luttakararnir fáa ráðgeving frá leiðandi vinnuumboðum úr Evropa og USA til víðarimenning av verkætlanunum og at tryggja dygd, altjóða fígging og samstarv.

“At verða úrvaldur til slík átøk er dømi um, at okkara søgur eru kappingarførar, og at okkara føroyska rødd er viðkomandi í altjóða samrøðuni um dygdargott drama í dag,” sigur Torfinnur úr Róm.

Røðin ber heitið Reyna og byggir á tríverkið hjá rithøvundanum Chris Ould um bretska detektivin Jan Reyna, ið hevur føroysk familjubond. Í sjálvari sjónvarpsrøðini er føroysk ættfrøði og spurningurin “Hvør eigur teg?” vorðin dramatiska drívmegin við einum deyðiligum vendi.

“Gátan snýr seg partvíst um, hvør hevur rættin til okkara samleika og okkara søgu, og hvør fær loyvi at fortelja hana,” greiðir Torfinnur frá. “Tað er ein søga, sum bara kundi sprottið úr Føroyum, men sum eisini viðger evni, ið hava týdning allastaðni.”

Afturat luttøkuni í ACE Series Special er Torfinnur eisini boðin við til Hollywood umvegis átakið Showrunner TV Drama Exchange, har úrvaldir skapandi framleiðarar úr Evropa verða knýttir saman við fremstu sjónvarpsframleiðarar og rásir í USA. Átakið hevur áður hýst nøkrum av mest viðurkendu nøvnunum innan norðurlendskt og altjóða drama.

“Vit tosa nógv um tunlar í Føroyum. Vit bora ígjøgnum fjøll og firðir fyri at knýta oyggjarnar og samfelagið saman,” sigur Torfinnur.

“Filmur og sjónvarp eru á sama hátt tjóðarbygging og ein týðandi sambindingarliður millum Føroyar og útheimin eins og okkum sjálvi. At menna eina sjónvarpsrøð úr Føroyum er sum at bora ein tunnil ígjøgnum eitt fjall ella ein fjørð. Tað krevur nógv tol, nógva orku og nógva fígging til neyðuga arbeiðið, áðrenn ljósið kemur undan í hinum endanum. Tí hevur slík viðurkenning nógv at siga fyri framtíðina hjá føroyskum drama sum heild.”

Luttøkan er liður í eini størri menningarætlan, sum føroyska dramastudio GRÓ Studios stendur fyri saman við bretska systurfelagnum Red Herring Story í London, ið varð sett á stovn fyrr í ár. Í løtuni eru fleiri føroyskar og altjóða verkætlanir í virknari menning, harímillum politiska spenningsrøðin Tinganes og onnur sesong av TROM, sum meir verður at frætta um seinni.

Um GRÓ Studios

GRÓ Studios er fyrsta dramastudio av sínum slagi í Føroyum, stovnað í 2022, við tí høvuðsendamáli at skapa føroyskt sjónvarpsdrama við altjóða vavi. Felagið samstarvar tætt við bretska systurfelagið Red Herring Story, ið varð stovnað í London fyrr í ár, og arbeiðir við at byggja brýr millum føroyskar skapandi kreftir og altjóða marknaðin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder