Vinna

Føroyskir vektlyftarar fýra persónlig met í Íslandi

Føroyska landsliðið í olympiskari vektlyfting gjørdist nummar fimm í síni fyrstu altjóða kapping Reykjavík International Games. Fýra persónlig met vórðu sett á ferðini.

2023-02-03 19:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Sunnudagin var aftur søgulig løta fyri føroyska vektlyfting, tá ið eitt føroyskt landslið í olympiskari vektlyfting fyri fyrstu ferð luttók í altjóða kapping.

Luttakandi londini høvdu tveir menn og tvær kvinnur á sínum liðum, og síðani varð samlaða sinclair-stigatalið lagt saman. Við sinclair-stigum verða lyftini umroknað í mun til kropsvekt.

Tey fýra, sum mannaðu føroyska liðið, vóru Asta Egilstoft Nielsen, Maibrit Reynheim Petersen, Niels Áki Mørk og Pól Hendrikur Andreasen.

Noreg vann kappingina framman fyri Ísland. Finnland varð nummar trý, Danmark nummar fýra og Føroyar gjørdist nummar fimm.

Fyrsta føroyska landsliðsluttøkan í altjóða kapping vísti enn einaferð framgond hjá føroyskari olympiskari vektlyfting.

Asta Egilstoft Nielsen, sum luttók í altjóða fyri fyrstu ferð, setti persónlig met í trekk við 51 kilo og í stoyt við 70 kilo. Met í bæði trekk og stoyt høvdu samstundis við sær met í tvídysti.

Maibrit betraði sítt persónliga met í trekk við at lyfta 82 kilo. Niels Áki Mørk var nær við at megna 115 kilo í stoyt og hevði í so fall sett met.

Næsta stóra kappingin hjá føroysku vektlyftarum verður FM 2023, sum verður hildin um fýra vikur, 25. februar í fimleikarhøllini í Finsen í Havn.

Kósin er eisini sett fram ímóti NM 2024, sum eftir ætlan verður í Norðurlandahúsinum komandi heyst, tá ið Føroyar verða vertir fyri norðurlendsku meistarastevnuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder