2023-05-03 21:35
Onkur gongur fram, annar aftur. Vit síggja, at Høgni Egilstoft Nielsen hevur aftur togað seg uppum 2400-markið, bróðirin Rógvi er komin fyri seg aftur eftir laka úrslitið í FM-einstaklingakappingini í fjør, vánaliga FM-úrslitið hjá Olaf Berg á páskum verður kontant avroknað í nýggja mai-yvirlitinum, góða FM-úrslitið hjá Carl Eli Samuelsen sæst aftur, o.s.fr.
Nakrir á føroyska yvirlitinum telva mest í Danmark og bara hendingaferð í Føroyum, nevnast kunnu John Arni Nilssen, John Rødgaard, Flóvin Tór Næs og Jóan Hendrik Andreasen. Bogi Ziska telvar at kalla einki longur, men heldur lív í síni útivið tretivu ára gomlu topprating við at vinna eitt talv um árið í 3. deild.
Nógv telva
Á FIDE-yvirlitinum síggjast fremstu hundrað telvararnir í Føroyum. Í alt eru fleiri enn so virkin í føroyskari telving. Eitt tal er 364. Tað eru teir telvarar, sum tey níggju føroysku talvfeløgini, sum kappaðust í landskappingini í vetur, høvdu á sínum styrkilistum. Tá eru ikki íroknað øll børnini, sum eisini telva.
Í altjóða talvsamgonguni eru í alt 200 limalond. Føroyar, sum eru millum smæstu limalondini, eru nummar 74 í allari røðini. Listin verður settur eftir miðalstyrkitalinum fyri fremstu tíggju telvararnar í hvørjum limalandi.
15 teir bestu í Føroyum (mai 2023)
1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2549
2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2414
3. IM John Arni Nilssen, ST 2327
4. Rógvi Egilstoft, ST 2311
5. Martin Poulsen, HT 2289
6. IM John Rødgaard, VT 2285
7. Bogi Ziska, TT 2192
8. Ólavur Simonsen, KTF 2190
9. Flóvin Tór Næs, HT 2187
10. Carl Eli Samuelsen, HT 2182
11. Hans Kristian Simonsen, KT 2178
12. Olaf Berg, HT 2176
13. Jóan Hendrik Andreasen, HT 2176
14. Eyðun Nolsøe, KTF 2165
15. Luitjen Akselsson Apol, HT 2152
Heimstoppurin
Tó at norðmaðurin Magnus Carlsen sjálvboðin hevur tikið seg úr kappingini um HM-heitið í einstaklingstalvi, stendur hann enn sum áður fremstur á altjóða FIDE-styrkilistanum.
Eitt fitt glopp er aftur til russaran Ian Nepomniachtchi, sum Magnus Carlsen vann HM-finaluna ímóti í 2021. Nýklakti kinesiski heimsmeistarin Liren Ding er nummar trý.
Topp 5 (mai 2023)
1. Magnus Carlsen (Norra) 2853
2. Ian Nepomniachtchi (Russland) 2794
3. Ding Liren (Kina) 2789
4. Alireza Firouzja (Frakland) 2775
5. Anish Giri (Holland) 2768
Roknað upp á lond eru fremstu talvtjóðirnar hesar:
1. USA
2. India
3. Russland
4. Kina
5. Ukraina
Miðaltølini hjá fremstu tíggju telvarunum í hvørjum landi er avgerandi fyri røðina í hesum yvirliti.
Norðurlond
Noreg er fremsta talvtjóðin á okkara leiðum. Norra er nú millum fremstu fimtan talvtjóðir í heiminum. Magnus Carlsen ger sítt til, at norðmenn eru so frammarlaga.
Norðurlond standa í hesari røð:
14. Noreg
31. Danmark
32. Svøríki
41. Ísland
55. Finnland
74. Føroyar
200 lond í alt.
Helgi
Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska telist framvegis millum teir bestu í norðurlondum.
Í Noregi eru sjey telvarar, sum hava hægri styrkital enn okkara stórmeistari, men í Danmark og Svøríki hevði Helgi verið í toppinum sum nummar trý í báðum londunum.
Í Finnlandi er Tomi Nyback við 2573 í rating í flokki fyri seg, hin næstbesti í Finnlandi stendur nærum hálvthundrað ratingstig lægri enn føroyameistarin.
Og so er tað Ísland, sum hevur so glæsiliga talvsøgu. Har er eingin, sum í løtuni stendur okkara manni kurl. Ísland hevur tilsamans tólv virknar stórmeistarar, og vit ein, men hann hevur nú munin á øllum teimum íslendsku.
Ísland - topp 5
1. GM Hjørvar Steinn Grétarsson 2539
2. GM Hannes Stefansson 2521
3. GM Henrik Danielsen 2501
4. GM Heðinn Steingrímsson 2491
5. GM Helgi Ólafsson 2491
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald