Vinna

Føroyska U20 landsliðið í hondbólti vann 33-32 á dønum

Talan var um ein sera spennandi og javnan dyst har føroyingar vunnu á dønum í EM-kappingni, sum verður spæld í Porto í Portugal.

Mynd: KVF - Málverjin Pauli Jacobsen varð kosin besti spælari í dystinum móti Danmark

Mynd: KVF - Málverjin Pauli Jacobsen varð kosin besti spælari í dystinum móti Danmark

2022-07-07 13:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Føroyingarnir settu seg í respekt í fyrsta dystinum í EM-kappingini, tá ið teir møttu dønum.

Dysturin gjørdist sera spennandi, har liðini skiftust at liggja omaná, í hálvleikinum var javnleikur 15-15.

Í byrjanini av seinna hálvleiki vóru danir omaná, men tá ið fáir minuttir vóru eftir, eftir at føroyingar høvdu víst stórspæl eina løtu og málmaðurin Pauli Jacobsen stóð sum ein brandur, so førdu Føroyar við trimum málum, danir otaðu seg inn á føringina, men máttu taka til takkar við einum tapi 33-32.

Í morgin møta Føroyar Slovenia.

Føroysku málini skutu Elias Ellefsen á Skipagøtu 9, Hákun West av Teigum 7, Óli Mittún 6, Pauli Mittún 6, Janus Dam Djurhuus 3, Viktor Gaini 2.

Hjá dønum var tað ein leikari, sum skaraði framúr, Thomas Sommer Arnoldsen, sum skoraði 13 mál.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder