Vinna

Føroyska makrelkvotan er fiskað

Føroysku skipini hava fiskað 134.000 tons av makreli

2022-10-24 10:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tók eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins avgerð um at áseta føroysku kvotuna av makreli fyri 2022.

Føroyska makrelkvotan fyri 2022 er 155.804 tons samsvarandi 19,6 prosentum av mest loyvdu veiðu á 794.920 tons, sum strandarlondini samdust um á árliga fundinum um makrel í London 27. oktober í fjør.

Av teimum 155.000 tonsunum eru 134.000 tons givin út til føroyskt skip at fiskað, og hini 21.000 tonsini eru ein býtishandil við onnur lond.

Føroyski parturin av makrelkvotuni er fiskaður.

SkipNøgd í tonsum
Fagraberg13896
Christian í Grótinum12858
Høgaberg11352
Norðborg10895
Gøtunes10228
Arctic Voyager9636
Finnur Fríði8256
Katrin Jóhanna7721
Tróndur í Gøtu7467
Tummas T6990
Norðingur6752
Vestmenningur6465
Birita6105
Borgarin5423
Ango4916
Jupiter3122
Hoyvík2183
Tilsamans134264

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder