2022-10-04 13:46

Á framsýningini eru verk, ið umboða alt frá siðbundnum etjingum til talgild prent og fleiri metra høgar samansettar installatiónir. Listafólkini handan verkini á framsýningini eru Astri Luihn, Jóna Rasmussen, Sigrun Gunnarsdóttir, Kári Svensson, Jana Jonhardsdóttir, Jón Sonni Jensen, Rannvá Holm Mortensen og Bárður Dal Christiansen. Eva Furseth hevur kuraterað.
Framsýningin er opin 8.- 23. oktober. Øll eru vælkomin til ferniseringina, ið verður 8. oktober kl. 15. Til ferniseringina fara Lena og Niclas at framføra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald