Verður ofta deilt í stórum bólkum
Innleiðandi kanningararbeiðið hjá politinum vísir, at tilfarið ofta verður deilt inn á bólkar við nógvum móttakarum. Hetta gongur fyri seg á ymiskum sosialum miðlum, t.d. á Snapchat og Messenger. Nógvir skúlaflokkar hava til dømis felags kjattbólkar, og Føroya Politi hevur longu havt fleiri mál, har seksuelt tilfar við børnum og ungum undir 18 ár er deilt í tílíkum bólkum. Børnini gerast ofta skelkaði av tí, sum tey síggja.
Nógv eru óvitandi um álvarsama brotsverkið
Flest børn vita ikki, at talan er um ólógligt tilfar, og at tað er ólógligt at hava seksuelt tilfar av børnum og ungum undir 18 ár á telefonini. Enn álvarsamari er, um tey senda tað víðari, tí tá er talan um deiling av seksuellum tilfari av børnum og ungum undir 18 ár.
Ert tú yvir 15 ár, tá ið tú hevur í varðveitslu ella deilir seksuelt tilfar við børnum og ungum undir 18 ár, fært tú ein blett á bæði revsiváttan og barnaváttan. Hetta er eisini galdandi, um tú til dømis bert hevur atgongd til tilfarið á einum kjattbólki á telefonini.
Tosið við børnini
Ábyrgdin at verja børnini á netinum liggur hjá foreldrum og avvarandi. Føroya Politi heitir á øll foreldur hjá børnum við snildfonum og atgongd til sosialar miðlar, um at tosa við børnini um hesi lógarbrot og møguligu avleiðingarnar av teimum. Ein skuldseting av hesum slagi kann fylgja barninum langt inn í vaksna lívið og hava stórar avleiðingar fyri eitt nú yrkismøguleikarnar hjá barninum.
Politiið mælir foreldrum til at tosa við børnini um hetta slagið av tilfari, sum er ólógligt at hava í varðveitslu og ólógligt at senda víðari. Greiðið teimum frá, at tey ikki skulu vera í stórum kjattbólkum við ókendum brúkarum. Vissið eisini børnini um, at tey altíð kunnu koma til tykkara, um tey hava sæð ella gjørt okkurt ørkymlandi á netinum.
Endamálið við at varpa ljós á hendan trupulleikan er at venda gongdini og í stóran mun fyribyrgja hesi brotsverkini. Føroya Politi og SSP eru úti á skúlum til bæði undirvísing og foreldrafundir, har tað verður tosað um vandarnar á netinum og um møguligu avleiðingarnar av hesum brotsverkunum.
Hvat er ein barnaváttan?
Ein barnaváttan vísir eitt nú, um persónur er ella hevur verið skuldsettur, ákærdur ella dømdur í málum um kynsligan ágang ímóti børnum. Barnaváttanin minnir um eina revsiváttan, men er kortini øðrvísi, tí upplýsingarnir standa á barnaváttanini í munandi longri tíðarskeið samanborið við eina revsiváttan.
Endamálið við barnaváttarnarlógini er at fyribyrgja kynsligan ágang móti børnum og ungum undir 15 ár. Ítøkiliga ber lógin í sær, at arbeiðsgevarar t.e. stovnar, feløg og felagsskapir, har persónar í starvinum koma í beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár, skulu fáa til vegar eina barnaváttan. Les meira um barnaváttanir her:
https://www.bumr.fo/fo/arbeidsoeki/barnaoekid/barnavattanarlogin-og-vegleiding
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald