Pollendingarnir løgdu meira press á í seinna hálvleiki, tað førdi til, at okkara leikarar trektu seg eitt sindur aftur og pressið bara vaks, í 70-inda minutti bleiv brotsspark dømt, sum endaði í málinum og støðan 1-0 til Polland.
Tá ið nakrir minuttir vóru leiktir afturat gjørdist støðan 2-0.
Men okkara menn leiktu ein góðan dyst, gjørdu so at siga ongar feilir, teir dugdu væl at halda høvdið kalt, eitt tap ímóti Pollandi uppá 2-0 er eitt virðuligt tap.
Allir okkara leikarar leiktu ein góðan dyst, um vit skulu taka nakran fram, so var tað málmaðurin, sum stóð sum ein klettur og somuliðis Sonni Ragnar Nattestad, men lat okkum sláa faast, at allir leiktu væl, uttan spælivillur.
Koyr á Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald