Politikkur

Føroyingar sum FERÐAST uttanlands at arbeiða ella Føroyingar sum FLYTA uttanlands at arbeiða

Støðan hjá teimum føroyingum, sum arbeiða uttanlands, er alarmerandi. Dag og dagliga frættist um einstaklingar og familjur, sum verða so hart rakt av skattligu átøkunum frá CEF samgonguni, at tey kasta handklæðið í ringin og flyta aðrastaðni at búgva og virka.

Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

2024-11-19 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í desembur 2023 samtykti sitandi CEF samgonga eina skattaumskipan. Ein samlað andstøða atkvøddi ímóti, tí mett varð, at uppskotið hjá samgonguni fór at hava negativar avleiðingar fyri okkara vinnu og samfelag. Og nógv bendir á, at nú er sjón fyri søgn.


Meðan fólk á landi hava fingið søguliga stórar lønarhækkingar – serliga tey við frammanundan bestu lønunum – so hevur okkara siglandi og ferðandi verkafólk fingið rokning. Tí, henda skattaumskipanin hjá samgonguni er – sum so ómetaliga nógv í samfelagi okkara – bygd á herðarnar á sjófólki okkara og so eisini teimum, sum arbeiða uttanlands. Fiskimannafrádrátturin, samdøgursfrádrátturin og uttanlandsfrádrátturin verða stigvíst og stútt minkaðir – nakað, sum rakar mong í hesum vinnum sera, sera meint.


Sum ein familjumaður, ið hevur siglt í Norra í longri áramál, skrivaði til mín herfyri: ”Tað loysti seg væl, tá norska krónan var hægri, men so fór hon í botn. Tað hevur akkurát hingið saman við familju, húsum osfr – inntil nú! Nú ein skattarokning á fleiri 10túsundtals krónur árliga er í væntu við lógarbroytingini hjá sitandi samgongu. Hvør hevur ráð til tað? Eg skal gjalda nógv meiri í skatti av somu inntøku sum ein við vanligari a-inntøku í Føroyum. Tað kann ikki vera rætt!” Nei, sanniliga kann hetta ikki vera rætt – men tað sær soleiðis út.


Ein annar, ið eisini arbeiðir uttanlands, segði í uppslagi á facebook í gjár: ”Nú havi eg arbeitt í Norra síðani í 2007. Tíverri hevur tað verið "rukkulív" hvørt einasta ár. Onkrar samgongur hava verið verri, og aðrar frægari. Tó hevur ongin verið nær so skaðilig sum núverandi samgonga. Við síni óvanliga vánaligu "skattaumlegging" hevur hon skapt beinleiðis fráflyting. Eg veit um 31 mans, sum antin eru fluttir við familju av landinum ella hava flutt arbeiði, so ongin króna kemur í landskassan. Næsta ár verður fráflytingin enn størri, tí botnfrádrátturin hjá okkum minkar, og sosial gjøld skulu telja sum skattur.”


Støðan er sanniliga álvarsom. Verður tað, sum eg havi frætt beinleiðis úr ymsum herðashornum í landi okkara, ja, so fer tað hjá mongum ikki at eita:Føroyingar, sum FERÐAST uttanlands at arbeiða; men heldur: Føroyingar sum FLYTA uttanlands at arbeiða. Ikki tí hesi fólk og hesar familjur vilja tað, men tí at átøkini hjá sitandi samgongu noyða tey. Sum ein skrivaði til mín: ”Eingin okkara hevur nakað ímóti at bidraga til samfelagið, sjálvsagt! Og tað hava vit sanniliga eisini gjørt, men okkara bidrag er bara ikki lent í stóra kassa í Havn fyrst. Min útflutningsvøra er mítt vit og mínar hendur, og tað hevur drigið nógvar krónur heim.” 


Og tað er veruliga nakað um tað, viðkomandi skrivar. Í desembur í 2023 kom Deloitte við frágreiðing undir heitinum: ”Den samfundsøkonomiske betydning af internationalt pendlende færinger for det færøske samfund”. Eg skal ikki fara í smálutir, men her til endans bara líka vísa á nakrar niðurstøður í frágreiðingini. M.a. verður sagt soleiðis:


  • Betydeligt bidrag til bruttonationalindkomsten….Pendlernes årlige lønindkomst på ca. 1 milliard kr. bidrager direkte til Færøernes bruttonationalindkomst samt overskuddet på betalingsbalancen…
  • Hvis fiskeriet svigter eller lakseopdrætsindustrien bliver ramt af kriser – hvilket historisk er sket flere gange – vil det være en fordel for det færøske samfund, at cirka 5% af husstandene på Færøerne har deres hovedindtægt i andre lande.
  • Udenlandspendlende færinger vurderes årligt at bidrage med cirka 435 mio.kr. til de offentlige kasser i dag, heraf 105 mio.kr. fra de mere usikre afledte effekter. I Finansministeriets beregninger er der ikke taget højde for nogen dynamiske effekter, men hvis blot en brøkdel af udenlandspendlerne vælger at flytte til udlandet, er der risiko for, at finansieringsgrundlaget for skatteomlægningen udhules. Den estimerede besparelse på 58 mio.kr. årligt svarer til 13% af de 435 mio.kr., som estimeres at ende i de offentlige kasser.
  • Hvis 130 af de cirka 1.000 berørte pendlere vælger at fraflytte Færøerne, vil hele merprovenuet forsvinde.


Frágreiðingin finst her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10596


Bárður á Lakjuni, tingmaður Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder