Vinna

Føroyingar í Norrønum samstarvi innan vegaøkið

NVF Norrønt Vegforum, føroyska deild, hevði væleydnaðan limafund 17. november 2022. Uml. 25 limir úr almenna og privata geiranum kring landið møttu á fundinum.

2022-11-29 13:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
LV skrivar:

Limafundur í NVF (Norrønt vegaforum)

Sigurd L. Lamhauge stýrisformaður, legði fram formansfrágreiðingina, og umboð úr teimum 8 norðurlendsku arbeiðsbólkunum, har føroyingar luttaka, høvdu áhugaverdar framløgur um arbeiðið í bólkunum.

UM NVF

Norrønt Vegforum (NVF) er eitt alment-privat vinnusamstarv við uml. 320 limafyritøkum. NVF varð stovnað í 1935 og hevur deildir í Danmark, Svøríki, Noreg, Finnlandi, Íslandi og Føroyum.

Endamálið við NVF er at deila og menna vitan innan vega- og ferðsluøkið. Hetta verður gjørt í norrønum arbeiðsbólkum, har serfrøðingar møtast tvørtur um almenna og privata geiran.

Arbeiðsbólkar, har føroyingar luttaka í løtuni, eru:

  • Rakstur og viðlíkahald
  • Klimakrøv í sáttmálum
  • Norðurlendski anlægsmarknaðurin
  • Rekruttering til branchuna
  • Tekniskar gjaldsloysnir
  • Ferðslutrygd
  • Tunlar
  • Vegatøkni
  • ITS - Nýskapandi nýtsla av dátum (Bólkurin endaði sítt arbeiði í fjørð)

Umframt hesar arbeiðsbólkarnar hevur NVF eisini norðurlendskar arbeiðsbólkar innan hesi øki:

  • Brúgvar
  • Farmaflutning
  • Luftgóðska
  • Flutningur í býum og flutningsráðlegging
  • Tilevning

Meira kann lesast um arbeiðsbólkarnar og virkisætlanir teirra her: NVF – Nordisk Vejforum (nvfnorden.org) 

FØROYSKA DEILDIN

Føroyska deildin hevur 21 limafyritøkur, her er talan um bæði kommunur, stovnar og privatar fyritøkur.

Umframt luttøkuna í norðurlendsku arbeiðsbólkunum skipar føroyska deildin fyri viðkomandi skeiðum innan vegaøkið. Seinasta skeiðið var eitt ferðslutrygdarskeið, sum varð hildið í apríl mánað.

NÝVALDA STÝRIÐ

Deildin verður stjórnað av stjóranum á Landsverki sum formanni og 4 stýrislimum afturat honum. Tveir stýrislimir og ein varastýrislimur vera valdir mak ár, og hinir tveir stýrislimirnir og ein varastýrislimur stak ár.

Nývalda stýrið er mannað soleiðis: Sigurd L. Lamhauge, stjóra á Landsverki er formaður, Kim Krett Hansen frá LBF, Uni Danielsen frá P/F Vágatunnil, Andras Robertsson Marr frá Akstovuni og Jákup Enni frá Articon eru stýrislimir. Eyðfinn Lemvig frá J&K og Fríður Dalsgarð  frá Tórshavnar kommunu eru varastýrislimir.

LIMASKAPUR Í NVF

Limaskapur í NVF kostar 1.500 kr um árið. Myndugleikar, kommunur og fyritøkur, ið eru áhugað í at gerast limir í NVF kunnu venda sær til Ásu Ósá, NVF-skrivara á [email protected] ella tlf 290816.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder