Tá ið Jóhannes Miðskarð í Lindini legði røðina til rættis saman við Njál Mackay Djurhuus, vildi Njál ikki, at hann skuldi vera í fokus. Tí, sum Njál segði, so var tað ikki hann einsamallur, sum gjørdi hetta arbeiðið. Tað vóru so nógv onnur fólk. Fyrst og fremst hevði Erna, kona hansara, ein stóran týdning – ja kanska enntá størri týdning enn Njál sjálvur. Og so vóru tað øll tey sjálvbodnu, sum komu so við og við. Og so øll tey løntu arbeiðisfólkini, sum so líðandi løgdust afturat. Og allir samstarvspartarnir – millum annað fleiri almennir myndugleikar. Og ikki minst var Frelsunarherurin við sínum bygnaði ein grundarsteinar undir tí arbeiði, sum Njál og Erna bygdu upp, og sum í dag er sera umfatandi. Alt tað stóra arbeiðið, sum Frelsunarherurin ger fyri heimleys í dag, er nógv virt av Oslo Kommunu.
Stóra umfatandi arbeiðið hjá Frelsunarherinum fyri heimleys liggur í Urtegata. Urtegata er gøtan, har tey heimleysu halda til í Oslo. Heilt afturi í 1894 byrjaði Frelsunarherurin eitt sosialt arbeiði í Oslo. Tá ið Erna og Njál komu til, var tað mest eitt herberg. Í tíðarskeiðinum, tá ið Erna og Njál vóru í Urtegata, vóru fleiri broytingar gjørdar. Har arbeiddi Njál út frá tí, sum hann hevði hoyrt ein stjóra siga: antin broytir tú teg 10 % hvørt ár, ella mást tú broyta seg 100 % hvørt tíggjunda ár. Fyrst var ein café gjørd. Í dag letur staðið, sum eitur Fyrlyset, heimleysum ókeypis mat í caféini á morgni, á middegi og á kvøldi. Tey bjóða eisini teimum heimleysu at fáa klæðini vaskað. Tey kunnu fáa eitt brúsubað og sleppa á rein vesi. Harumframt kunnu eisini fáa ókeypis brúkt klæðir. Andaktir eru hvørja viku við nógvum sangi. Harafturat er ein sosialráðgevaratænasta komin í “Fyrlyset”. Ein psykologtænasta er eisini á staðnum, og so ikki minst “Feltplejen” sum er ein sjúkahústænasta til heimleys á staðnum. Allar hesar tænastur eru savnaðar í einum tvørprofessionellum samstarvi til heimleys, sum eitur “Tett på”. Í Fyrlyset fáa tey umleið 60.000 einstakar vitjanir um árið. 11,5 størv eru, og umleið 160 sjálvboðin eru virkin í Fyrlyset.
Í røðini í Lindini verður tosað við núverandi leiðaran í “Fyrlyset”, eitt starvsfólk, tveir brúkarar og so ein fyrrverandi rúsevnismisnýtara, sum eitur Svein Roar. Eitt sjúkrahús, nevnt “Gatehospitalet”, er beinleiðis sprottið úr Urtegatavirkseminum. Tað verður eisini vitjað.
Mest rørandi eru allarhelst samrøðurnar við Kim og Svein Roar. Í Urtegata høvdu Erna og Njál nógvar góðar vinir millum tey heimleysu. Ein av teimum var Synøva. Synøva fór foldum frá í ungum aldri – sum er galdandi fyri rættiliga nógv onnur heimleys. Synøva fekk 4 synir, og ein av teimum er Kim. Og tað er hesin Kim, sum Jóhannes Miðskarð tosar við í einum parti í røðini. Kim og Njál eru í dag bestu vinmenn. Svein Roar hevur haft eitt sera spennandi lív, sum hann greiðir frá.
Fýra morgunsendingar afturat eru lagdar í poddvarprøðina. Tann fyrsta er ein sending, har Eydna Háberg var vertur, og Njál MacKay Djurhuus var gestur; sendingin varð tikin upp beint eftir ólavsøku í ár. Síðani eru tríggjar sendingar við føroyingum, sum í løtuni starvast hjá Frelsunarherinum í Oslo. Hesir tríggir føroyingar eru Poul Heri Midjord, Hákun Djurhuus Olsen og Eyðfinn Joensen.
Sum nevnt, so er møguligt at hoyra poddvarprøðina longu nú – leita bara eftir “Føroyingar hjálpa í Oslo” á t.d. Spotify. Og so er eisini møguligt at hoyra sendingarnar komandi mánadag 29. aug., týsdag 30. aug. og mikudag 31. aug. kl. 9,30 á Lindini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald