Vinna

Føroyingar fáa nú møguleikan at ávirka nýggja ferðavinnuætlan fram ímóti 2030

Visit Faroe Islands er farið undir arbeiði at orða nýggja langtíðarætlan fyriferðavinnuna fram ímóti 2030 – og bjóðar øllum føroyingum at taka lut í tilgongdini!

2023-01-11 10:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ein burðardygg ferðavinna snýr seg m.a. um at finna eina javnvág millum trivnaðin hjá teimum lokalu, at okkara náttúra verður vard, at ferðavinnan er búskaparliga haldfør og at ferðafólkini fáa eina góða uppliving í Føroyum.

Slík javnvág verður bara funnin við eini opnari og almennari samrøðu um, hvat tað er vit vilja við ferðavinnuni í Føroyum.

Umframt at hava fundir og verkstovur við eitt breitt úrval av føroyingum frá øllum heraðshornum, heitir Visit Faroe Islands nú á føroyingar um at siga sína hugsan um ferðavinnuna.

“Endamálið við hesum er at fáa eitt so gott grundarlag undir okkara nýggju framtíðarætlan sum gjørligt.” sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands. “Vit vilja øll hava eina væl skipaða og burðardygga ferðavinnu. Tað krevur at vit øll, alt samfelagið, tekur ábyrgd fyri uppgávuni og at vit megna at samstarva um góðu loysnirnar, tí hetta er avgjørt ikki ein uppgáva sum vit á Visit Faroe Islands kunnu loysa einsamøll. Tað sum er avgerandi fyri framtíðar ferðavinnumenning er, at vit eru so samd sum møguligt um, hvønn veg vit skulu fara. Og tað byrjar við eini opnari, konstruktivari samrøðu, sum vit nú royna at seta í meiri skipaðarkarmar.”

Nú hevur tú møguleikan - Sig tína meining

Visit Faroe Islands heitir á allar føroyingar um at geva sína meining um ferðavinnuna til kennar umvegis heimasíðu teirra.

Til ber at siga sína hugan um møguligar avbjóðingar, lokalar ella landsfevnandi, ella viðurskifti, sum eiga at verða øðrvísi. Eisini ber til at vísa á jalig viðurskifti, møguleikar og/ella upplivingar, sum ein kundi hugsað sær fleiri av. Serliga viðkomandi er at vísa á loysnir ella konstruktiv hugskot ið kunnu tryggja eina góða og burðardygga ferðavinnu fram móti 2030.

Til ber at geva sína meining til kennar á heimasíðuni:

www.sigtínameining.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder