Føroysk húsarhald eiga privata eftirlønaruppsparing í Føroyum á 9,3 mia. kr. og umleið 2,3 mia. kr. í eftirlønarupsparing í donskum pensjónsfeløgum. Tilsamans 11,6 mia. kr. og tað svarar til 46% av BTÚ í 2022.
Føroysk húsarhald eiga privata eftirlønaruppsparing í Føroyum fyri 9,3 mia. kr. (2022), sí mynd 1. Afturat privatu uppsparingini í Føroyum eiga summir føroyingar eftirlønaruppsparing í donskum pensjónsfeløgum, og hendan upphædd er mett til at vera umleið 2,3 mia. kr. Verða hesar 2,3 mia. kr. lagdar afturat uppsparingini í Føroyum á 9,3 mia. kr., var samlaða privata eftirlønaruppsparingin hjá føroyingum 11,6 mia. kr. í 2022.
Síðani 2012 hevur verið skattað við inngjald. Í 2020 var tað akkurát helvt um helvt, sum var ávikavist forskattað og skuldi skattast við útgjald; men síðani 2021 hevur forskattaði parturin verið størstur, sí mynd 1.
Av eftirlønaruppsparingini standa 2,2 mia. kr. í føroysku bankunum, og av hesum eru 1,6 mia. kr. forskattaðar, meðan 600 mió. kr. skulu skattast við útgjald eftir gomlu skipanini. Í føroysku tryggingar- og pensjónsfeløgunum standa 7,1 mia. kr., har 4 mia. kr. eru forskattaðar og 3,1 mia. kr. skulu skattast við útgjald.
Samanumtikið eiga føroyingar privata eftirlønaruppsparing fyri 11,6 mia. kr. og tað svarar til 46% av BTÚ í 2022.
Mynd 1 Eftirlønaruppsparingin er vaksandi
Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 1. ársfjórðingi 2023 her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald