Vinna

Føroyar verða ikki grønar í 2030

Tíverri vísir tað seg, at øll arbeiði á orku- og umhvørvisøkinum møta einum ótali av forðingum á leiðini, so um tað ikki verður lagt trýst á fyri at fáa nakað at henda, so hendir einki.

2022-06-28 11:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

SEV setti sær sum mál fyri nógvum árum síðani, at øll elorka á landi skal stava frá grønum orkukeldum í 2030. Tað er eitt gott mál at seta sær, og eg haldi at vit eiga at halda fast við kósina fram ímóti hesum málinum. - Men vit fara ikki at klára tað.

Tíverri vísir tað seg, at øll arbeiði á orku- og umhvørvisøkinum møta einum ótali av forðingum á leiðini, so um tað ikki verður lagt trýst á fyri at fáa nakað at henda, so hendir einki.

Í juli 2020 var eg á fundi við borgarstjórar, Kommunufelagið umframt nevnd og leiðslu fyri SEV um eina ætlan um at skilja netið og framleiðsluna hjá SEV sundur. Móttøkan av uppskotinum var alt annað enn góð, og eg varð mintur á afturvendandi setningarnar: “Vit eiga øll SEV”, og “øll eru góð við SEV”.

Alt gott um tað at eiga, og at vera góður við, men tað avgerandi er, hvussu vit koma víðari á grønu kósini.

Í løgtinginum varð eg, av Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, lagdur undir at vilja “knúsa SEV” og at vilja “petta SEV sundur”.

Eftir tógvi stríð eru vit komin somikið langt, at tvær nýggjar vindmyllulundir koma upp í summar. Hvussu verður við triðju vindmyllulundini veit eg ikki. Hørð mótstøða hevur verið móti staðsetingini, og seinastu tíðina er prísurin á stáli hækkaður somikið nógv, at um myllurnar ikki longur eru keyptar, so verður ómøguligt at rinda dýrkaða keypið við einum framleiðsluprísi á 23 oyru/kWt. Tað merkir so aftur, at annaðhvørt má nýggj avtala gerast í sambandi við útboðið, ella hongur roknistykkið ikki saman.

Eitt argument sum hevur verið nógv brúkt ímóti vindmyllunum er, at bíðast má eftir pumpuskipanini í Vestmanna. Í november fingu vit at vita í Degi og Viku, at SEV var um at missa tolið, tí umsóknin um loyvi ikki var avgreidd. Nú hevur SEV fingið loyvið frá Umhvørvisstovuni, men síðani er tað hent, at Vestmanna kommuna (ein av teimum sum eiga, og eru góð við SEV) vil ikki geva byggiloyvi til pumpuskipanina, tí ósemja er um, hvar grótið skal leggjast, og kommunan vil eisini hava pengar fyri tað.

Eg skal ikki blanda meg uppí ta ósemjuna, men verður tað sum tað plagar at vera, so gongur long tíð, áðrenn tað málið verður avgreitt, og ímeðan mugu vindmyllurnar bíða eftir pumpuskipanini, sum aftur bíðar eftir eini semju millum SEV og Vestmanna kommunu. Og aftur verður grøna umleggingin sett í bíðistøðu, nú vit bara eru 7½ ár frá 2030. Tí vóni eg, at SEV og Vestmanna kommuna skjótt finna eina semju, so arbeiðið við pumpuskipanini kann fara í gongd.

Eg eri sera glaður fyri, at tað eydnaðist at reisa vindmyllurnar hjá Vindrøkt - og seinni í summar tær hjá Magn, tí høvdu vit bíðað, so høvdu fortreytirnar verið sera nógv broyttar, og eg ivist í, nær myllurnar so høvdu komið upp.

Eg ivist ikki í, at tað var rætt av SEV at seta sær sum mál, at øll framleiðsla á landi skal vera grøn í 2030. Tað er eisini rætt at halda fast við tað málið. Men forðingarnar eru nógvar á leiðini, og tí verða vit ikki komin á mál í 2030. Serliga eru tað tey seinastu stigini á leiðini, sum verða tung at taka, men klára vit at vera 80- ella 90% grøn í 2030, so er tað eisini eitt stórt framstig.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder