Ítróttur

Føroyar taptiu fjórðingsfinaluna ímóti Serbia 27-30

Føroyar megnaðu ikki at koma í hálvfinaluna, vit taptu 27-30 eftir hálvleiksstøðuna (12-17) og eru úti av HM-endaspælinum.

2023-06-29 14:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Føroyingarnir komu ikki rættuliga í gongd í fyrra hálvleiki, hinvegin gekk væl hjá serbum, sum vunnu seinna hálvleik 12-17.

Í seinna hálvleiki gekk betur hjá okkara dreingjum, teir vunnu nógv inn á serbarnar og vunnu seinna hálvleik 15-13, men samanlagt vóru vit ov stuttir í dag 27-30.

Men um hugt verður eftir kappingini hesar dagarnar, so má sigast at úrslitini hava verið heilt fantastiska góð - bert spell at vit ikki komu í hálvfinaluna.


Føroyar - Serbia 27-30 (12-17)

Dystargongdin:
5 min: 1-2
10 min: 4-6
15 min: 
7-10
20 min: 9-13
25 min: 12-8

35 min: 14-20
40 min: 16-21
45 min: 18-22
50 min: 22-24
55 min: 24-27

Føroyskir málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9 (1)
Óli Mittún 5
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Janus Dam Djurhuus 3
Pauli Mittún 2
Ísak Vedelsbøl 2
Hákun West av Teigum 1
Sveinur Olafsson 1


Skot: 27/50 = prosent

Upplegg:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 13
Pauli Mittún 3
Óli Mittún 3
Sveinur Olafsson 1


Bjargingar:
Pauli Jacobsen 7/31: 22 prosent
Aleksandar Sasha Lacok 6/12 = 50 prosent

Tekniskar villur:
Føroyar: 5
Serbia: 8

Útvísingar:
Føroyar: 1
Serbia: 5

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder