Ítróttur

Føroyar møta Montenegro í Silver League leygardagin

Leygardagin kl. 18 spæla Føroyar fyrsta dystin í evropeisku Silver League-kappingini, sum Føroyar fyri fyrstu ferð eru við í.

2023-05-26 14:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Flogbóltur, kvinnur: Silver League

Leygardagin kl. 18 spæla Føroyar fyrsta dystin í evropeisku Silver League-kappingini, sum Føroyar fyri fyrstu ferð eru við í. Mótstøðuliðið er Montenegro, og dysturin verður spældur í høllini á Hálsi í Havn. Hini bæði liðini í bólkinum eru Portugal og Georgia.

Hvat er Silver League?
Tey allar bestu londini í heiminum spæla í eini heimsumfatandi ligu, kallað Nation’s League, harav átta av londunum eru úr Evropa.

Í Evropa er so ein evropeisk liga, sum aftur er býtt upp í eina Gullligu og eina Silvurligu. Í Gullliguni spæla so tey 12 bestu londini í Evropa, undantikið tey 8 allarbestu, sum altso spæla í tí heimsumfatandi Nations League ístaðin. Restin av londunum í Evropa kunnu spæla í Silvurliguni, sum Føroyar á fyrsta sinni eru við í. Vinnarin av Silvurliguni flytir upp í Gullliguna.

Í kvinnukappingini halda tey bestu tvey londini í hvørjum bólki fram í eini “síðstu 4”-kapping í Eysturríki, har leiktar verða hálvfinalur og finala.

Hvat er í væntu?
Av tí at hetta er fyrstu ferð, at Føroyar eru við í hesi kapping, er ilt at spáa um hvussu tað fer at hilnast. Tó kann væntast, at úrslitini fara at minna um tey, sum vóru í EM-undankappingini síðsta heyst, men av tí at londini í hesari kappingin eru heldur veikari, verður vónað, at úrslitini verða tað betri, tó at mótstøðuliðini í hesaferð framvegis eru ríkiliga sterk.

Montenegro er í løtuni styrkismett nr. 27 í Evropa, og Føroyar nr. 35. Í seinastu EM-undankappingini vann Montenegro tveir av sínum seks dystum; báðar ímóti Íslandi, sum helst hevur munin á Føroyum, men úrslitið hjá Íslandi á heimavølli móti Montenegro, hóast 3-0 tap, birtir vón um møguleikan fyri góðum úrsliti hjá Føroyum, tí Ísland var væl við í teimum báðum fyrstu settunum og tapti 23-25, 20-25, áðrenn tað skrædnaði í triðja setti, sum endaði 11-25.

Føroyska liðið
Nøkur avboð hava verið á føroyska liðnum vegna próvtøkur og skaðar, men tað gevur so øðrum møguleikan at vísa seg fram. Hesaferð eru eisini fleiri meira royndir leikarar úttiknir, samanborið við liðið, sum spældi í EM-undankappingini í heyst.

Tær 14 úttiknu kvinnurnar eru:
Jóhanna Christiansdóttir, TB
Henrikka Wang Jacobsen, Dráttur
Annika Niclassen, Dráttur
Tórfríð Tavsen, Dráttur
Sofía Purkhús Splidt, Ternan
Birgit Guttesen, Ternan
Amanda Niclassen, Mjølnir
Anna Arnhóldsdóttir, Mjølnir
Sirið Hanusardóttir Samson, Mjølnir
Tóta Búadóttir, Fleyr
Óluva Mohr, Fleyr
Guðrun L. Joensen, KÍF
Jakobina Joensen, KÍF
Sofía Weihe Simonsen, SÍ

Venjari: Cristian Imhoff
Hjálparvenjari: Annika á Stongum

Dysturin verður stroymdur í Televarpinum, men best er altíð at fara í høllin at rópa, trumma og klappa. Einki stuðlar so væl sum áskoðarar, og tað sæst sum oftast aftur í avrikinum og úrslitinum.


Heimadystirnir hjá Føroyum:
27. mai kl. 18:00: Føroyar – Montenegro
31. mai: kl. 19:00: Føroyar – Georgia
4. juni: kl. 16:00: Føroyar – Portugal

Útidystirnir:
11. juni: Portugal – Føroyar
14. juni: Georgia – Føroyar
16. juni: Montenegro - Føroyar 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder