Á IIGA aðalfundi í Orknoyggjunum í dag var endaliga staðfest, at Føroyar verða vertur fyri Oyggjaleikum 2027, og í hesum sambandi hava Føroyar greitt hinum oyggjunum frá, hvussu leikirnir eftir ætlan skulu skipast
- juli 1989 endaðu Oyggjaleikir í Føroyum, og 35 ár seinni tann 13. juli 2024 bleiv tað endaliga og formliga staðfest, at Føroyar hýsa Oyggjaleikum í 2027. Tað hendi á aðalfundi hjá IIGA, sum í ár var hildin í Orknoyggjunum, sum eru vertir næsta ár. Føroyar hava vitað av hesum í eina tíð, men nú er tað endaliga staðfest.
- Nú hava vit endaliga fingið leikirnar í 2027, og vit gleða okkum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í Ítróttasambandi Føroya, sum eisini leggur dent á, at uttan stuðulin í Føroyum bæði politiskt, kommunalt og millum allar føroyingar, so bar hetta ikki til.
Stutt fyri jól í fjør vendi altjóða oyggjaleikanevndin, IIGA, sær til Ítróttasamband Føroya við fyrispurningi um, Føroyar kunnu hýsa leikunum í 2027 heldur enn í 2031, sum annars ætlað. Fyrispurningurin varð alt fyri eitt játtaður, men endaliga staðfestingin hevur manglað. Hon kom í dag, tá ið umboð fyri limaoyggjarnar á aðalfundinum atkvøddu fyri Føroyum sum vertur í 2027.
Føroyar skuldu upprunaliga hýsa leikunum í 2031, og Ynys Môn skuldi vera vertur í 2027. Av ymsum orsøkum tók Ynys Môn seg aftur, og tá fingu Føroyar í boði at taka leikirnar 2027 á seg. Føroyar lógu ikki á boðunum, og í juli mánaði um trý ár fer størsta ítróttatiltak í Føroyum higartil í gongd.
Seinast Føroyar vóru vertir fyri Oyggjaleikunum var í 1989, og nú næstan 40 ár seinni, hendir tað aftur. Vit vænta 2.500-3.000 ítróttafólk úr 24 ymsum oyggjum til Føroya at kappast í 14 ymsum ítróttagreinum.
Oyggjaleikir 2027 í Føroyum verða hildnir í døgunum 3.-9. juli 2027.
Nýggjur formaður og Isle of Man í 2029
Umframt at staðfesta Føroyar sum vert í 2027, atkvøddi aðalfundurin eisini fyri, at virkandi formaðurin í IIGA Andrew Inkster úr Hetlandi verður formaður í IIGA, eftir at formaðurin seinastu árini Jørgen Petterson úr Álandi legði frá sær í apríl.
Og aðalfundurin samtykti eisini, at Isle of Man skal hýsa Oyggjaleikum 2029.
Sostatt er greitt, hvar leikirnir eru næstu tríggjar ferðirnar. Í Orknoyggjum næsta ár, í Føroyum í 2027 og í Isle of Man í 2029.
- Vit stórfegnast um, at leikirnir eru fastlagdir til og við 2029, eins og áhugin tykist vera stórur millum aðrar oyggjar at hýsa leikunum í framtíðini, sigur Andrew Inkster, formaður í IIGA.
21 oyggjar vóru á aðalfundinum í Orknoyggjunum, tær tríggjar oyggjarnar, sum ikki vóru umboðaðar eru Alderney, St. Helena og Caymanoyggjarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald