Politikkur

Føroyar fyri føroyingin

Føroyar skulu vera fyri føroyingar og øll, sum búgva í Føroyum. Tað segði Sámal Petur í Grund í formansrøðu síni á landsfundinum hjá Sjálvstýri.

2022-04-07 14:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv – 07.04.2022


Tað eru boð eftir Sjálvstýrinum, einum flokki á miðjuni, sum setur føroyingin og einstaklingin í fokus, segði Sámal Petur í Grund, nývaldi formaðurin hjá Sjálvstýri á landsfundinum hjá flokkinum.  


Føroyar skulu vera eitt land fyri allar sínar íbúgvar. Øll, sum búgva her, óansæð húðalit, politiskar og átrúðnaðarliga sannføringar, heilsustøður og orienteringar, skulu tryggjast tey rættindi, sum eru sjálvsøgd í nútíðarsamfelagnum, segði hann.


Sama stevna - nýggjur veruleiki

- Vit fara aftur til stevnuna, sum floksins stovnarar settu sær. Ikki við at føra politikk, sum teir gjørdu, men undir broyttum umstøðum at halda somu stevnu - at vinna føroyingum rættindi við teim realitetum, sum eru í dag. Føroyar skal vera eitt land fyri allar føroyingar.


Føroyska samfelagið hevur verið fyri stórum broytingum og politiska skipanin hevur ikki megnað at fylgt við. Hesar broytingarnar hava tí ført til nakrar nýggjar samfelagsligar trupulleikar.


Búðstaðartrupulleikin

Mítt ættarlið vaks upp við trimum ættarliðum í húskinum. Tá tosaðu vit um hvussu kyniskt tað var í londunum kring okkum, har børnini um 16 ára vórðu koyrd út frá foreldrinum og máttu finna sítt egna at búleikast í.


Í dag eru vit komin nær at markinum til umstøðurnar, vit hildu hánt um tá.

Eg minnist mann koma á gátt at tosa við pápa um sína neyð, at hann ikki fekk grundstykki í Syðrugøtu, uttan at hann kundi lata ein jarðarteig í staðin.


Pápi læt honum ein jarðarteig, tí hann vildi ikki standa í vegin fyri at viðkomandi kundi fáa lendi at byggja á. Hetta bleiv gjørt fyri eina lítla samsýning.

Hugburðurin er broyttur, og í dag er spekulatión sjálvt í tí at finna sær eitt matrikul at búsetast á.


Ung við trupulleikum detta niðurímillum

Ein annar trupulleiki í dagsins samfelag eru tey ungu við sálarheilsutrupulleikum. Vit hava mong ímillum okkum, sum tíverri fella niðurímillum í teim skipanum, vit hava.

Til dømis børn og tannáringar, sum hava álvarsamar trupulleikar við sálarheilsuni. Tá tey venda sær til myndugleikarnar um hjálp, er bíðitíðin ofta sera long og í onkrum føri upp í trý ár.


Hendan støðan hevur við sær, at føroyskar familjur mugu umhugsa at flyta til Danmarkar fyri at fáa hjálp frá heilsuverkinum har. Hetta er ikki virðiligt!


 

Fólkaræðið í landi okkara er hótt

Týðilig tekin eru um hendan álvarsama trupulleikan. Tú fær til dømis ikki fígging til eina verkætlan í einum banka, uttan at bankin ráðførir seg hjá teimum, sum eiga nógvan pening í bankanum fyrst. Hetta er ikki fólkaræðiligt.


Fólkaflokkurin hevur í mong ár svansað við okkara fiskivinnu og standa vit í dag við tí sannroynd, at nærum einki eftirlit er í hesi vinnuni. Grunnar okkara eru tað reina “slaraffenland”. Nógvur peningur fer av landinum úr hesi vinnugrein, peningur sum átti at farið í umfar í okkara samfelagi. Sjálvstýri fer at arbeiða fyri, at eftirlitið verður betri, so samfelagsvirðini verða býtt rætt út.


- Sum eg segði at byrja við, so eru tað boð eftir Sjálvstýrinum, einum flokki á miðjuni, sum setur føroyingin og einstaklingin í fokus, segði Sámal Petur í Grund at enda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder