2023-11-06 08:10
Føroyar endaðu á 4. plássi - taptu 3-2 ímóti Malta.
Leikarar, venjari og ferðaleiðarar eru, hóast tey kundu hugsað sær heiðursmerki heim við, sera væl nøgd við kappingina.
“Støðið á kappingini er høgt, og okkara landslið hevur fingið og spælt nakrar sera góðar liðdystir hetta vikuskiftið”, sigur Katrin Jacobsen, forkvinna í BSF. Hon leggur afturat, at ætlanin er, at hendan kappingin skal vera afturvendandi.
Ferðalagið er nú ávegis heim aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald