Í tíðarskeiðnum 2013 til 2023 hevur Edvard framt 2.020 teljingar – eini tríggjar ferðir so nógvar sum nakar annar lúsateljari á Fiskaaling. Tann fyrsta teljingin var á Fuglafirði tann 16.04.2013 og tann síðsta var í Hvalba tann 20.07.2023. Hann hevur sostatt verið á hvørjum aliringi í Føroyum og framt teljingar – enntá fleiri ferðir.
At verða lúsateljari kann stundum verða strævið arbeiði, tí 20 laksar úr hvørjum einasta aliringi skulu teljast fyri lús í minsta lagi 14. hvønn dag árið runt. Og eftir at laksurin er doyvdur skulu lýsnar á laksinum teljast og bólkast í fýra menningarstig, eins og skiljast skal millum laksalús og seiðalús.
“Eg havi í mínum arbeiði regluliga ferðast bókstavliga um alt landið. Av Viðareiði til Lopra. Og alt harímillum,” greiðir Edvard frá.
At Edvard er eitt morgunmenniskja vita flestu alarar alt um. Mangan er hann fyrstur á landstøðini um morgnarnar og hevur syrgt fyri, at kaffi er klárt, tá alararnir koma. Sum heild hevur hann óteljandi góðar løtur at minnast aftur á:
“Tað hevur verið læruríkt, gevandi og ikki minst stuttligt at ferðast millum allar alararnar, eg havi hitt hesi árini. Tað er ikki smávegis av søgum, sum hava flogið gjøgnum luftina á hesum túrum. Eg kann livandi ímynda mær, hvussu Heðin Brú hevur havt tað, tá hann í síni tíð ferðaðist kring landið sum landbúnaðarráðgevi. Munurin man tó vera, at í hansara føri mundi vera fleiri ósemjur, ið hann kortini fekk manga stuttliga søgu burturúr. Nógvar síggjast aftur í stuttsøgum og endurminningum.”
Sum hugleiðingarnar vísa, er Edvard hittinorðaður og kringur við penninum. Hansara eyðsýndu gávur sum yrkjari, politiskur viðmerkjari og frásøgufólk, hava starvsfólkini á Fiskaaling havt stóra gleði av. Fyri starvsfelagarnar hjá Edvardi, serliga teimum á fiskaheilsudeildini, verður tað ein stórur saknur, nú hann gevst.
Spurdur um hann fer at sakna lúsateljingarnar, greiðir hann brosandi frá:
“Tað er einki at ivast í, at eg onkuntíð fari at sakna túrarnar. Men ikki tá eg onkran ringan høgættarmorgun bara kann leggja meg aftur, venda reyv móti vindeyganum og fegnast um, at eg ikki skal út í rullið og kuldan norður fyri Skálatoftum.”
Fiskaaling ynskir Edvardi bestu eydnu og blíðan byr, nú hann fer at njóta eftirlønarárini – sum vit vóna verða bæði mong og góð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald