Ítróttur

FØROYA VAKRASTA HÁLVMARATONN 2022

Vit gleða okkum at bjóða tykkum til Føroya vakrasta aftur. Tað er leygardagin 3. septembur vit renna og ganga úr Gásadali til Sandavágskirkju og í gjøgnum allar bygdirnar í Vágum.

2022-06-13 10:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

FVHM er eitt heildagstiltak. Tað er veitsludámur tá Føroya vakrasta hálvmaratonn verður sett í gongd. Rutan er einastandandi vøkur og á túrinum er tónleikur. Luttakarafjøldin er fjølbroytt heilt frá ídnastu rennaranum Føroyar hava, til tey, sum njóta ein gongutúr og allar variatiónir har ímillum; fleiri arbeiðspláss luttaka, bólkar av vinfólki og so framvegis. Eitt ávíst luttakaratal eru útlendingar og hetta setir sín dám, tá tú kemur móti málinum við flaggrøðini Vága kommuna setur upp á hvørjum ári.

Aftaná bjóðar Frælsi døgurða á Giljanesi.

Eins og undanfarin ár fara 100 kr av luttøkugjaldinum hjá gangarum til Krabbameinsfelagið sum stuðul og rennarar kunnu velja at lata til Krabbameinsfelagið við.

Berin, ið skipar fyri sorgarbólkum fyri børn, fær altíð nakað av stuðli frá tiltakinum eisini.


Sum vanligt ber til at keypa sær eina G&G rennitroyggju sum minni um dagin. Í ár hevur hon langar ermar.

Tað er avmarkað nøgd av rennitroyggjum og legg til merkis, at støddinar eru unisex.


Tað er felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi, ið skipar fyri tiltakinum við dyggum stuðli frá vágafólki, sjálvbodnum felagsskapum og vinnufyritøkum, sum øll loysa eina ørgrynnu av uppgávum í sambandi við tiltakið umframt, at kommunurnar í Vágum stuðla við at seta fløgg upp, skelta og líknandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder