Arbeiðsfólk frá Ericsson skiftir antennuútgerð í mastrini í Oyndarfirði (Mynd: Føroya Tele)
Tveir mánaðir eru gingnir, síðani Føroya Tele fór í holt við landsumfatandi arbeiðið at skifta alt farnetið út og byggja nýtt net við 5G. At seta nýggja útgerð upp er ein drúgv tilgongd, men sum heild hevur arbeiðið gingið bæði skjótt og væl.
Fleiri enn 100 fólk frá bæði Føroya Tele og Ericsson eru knýtt at verkætlanini, og higartil eru 65 nýggjar antennur settar upp á ymiskum støðum í landinum. Nú resta góð 100 støð, og málið er framvegis at taka nýggja farnetið í nýtslu um ársskiftið.
Arbeiðsfólk frá Ericsson skiftir antennuútgerð í mastrini við SMS og MRCC í Havn (Mynd: Føroya Tele)
Símun Skaalum er stjóri í FT Samskifti, sum eigur og rekur farnetið. Hann leggur dent á, at málið er at órógva sum minst, men at órógv hevur verið og kann væntast í einum ella fleiri økjum í senn, so leingi sum antennur verða skiftar út.
- Talan er um stórarbeiði og stórt inntriv í netið, og avbjóðingar og svikaligt fartelefonsamband er torført at fyribyrgja. Hetta hava kundar eisini merkt, men støðugt eftirlit og fráboðanir gera, at hond kann takast um tær avbjóðingar, ið stinga seg upp, sigur Símun Skaalum.
5G-tíðarætlanin er á røttum spori, og eftir ætlan verður arbeiðið at skifta antennur liðugt um miðjan november, tá ið kjarnin í netinum er næst á skránni. Tó er vandi fyri, at hetta verður eitt sindur seinkað orsaka av alheimsligu avbjóðingini at fáa hendur á tøkniligari útgerð.
Í høvuðssætinum í Hoyvík verður 5G royndarkoyrt fyri at kanna, hvat kundum stendur í væntu, tá ið netið verður tikið í nýtslu. Millum annað hava kanningar víst, at 5G spreingir stigan, og at ferðin verður fleirfaldað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald