Vinna

Forkunnugur gestur á Trongisvágsfirði í dag

Hyggja fólk út á fjørðin um middagsleitið í dag, so uppliva tey eina heldur forkunnuga sjón. Uml. kl. 13:00 leggur franska marglætisferðamannaskipið le Bellot at bryggju á Tvøroyri

2022-06-01 08:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hyggja fólk út á fjørðin um middagsleitið í morgin, so uppliva tey eina heldur forkunnuga sjón. Uml. kl. 13:00 leggur franska marglætisferðamannaskipið le Bellot at bryggju á Tvøroyri.

Vælveran er í heimsklassa á hesum skipi, ið eisini hevur alla nútímans tøkni umborð. Skipið er bygt í Noregi í 2020, er 131,5 metrar langt, 18 metrar breitt og “cruise”-ferðin er uml. 14,4 míl.

Umborð eru uml. 90 ferðafólk og fara tey útferðir í oynni. Skipið kann taka 184 ferðafólk í tey 92 luksuskømrini og manningin telur 118 fólk.

Meiri kann lesast um skipið her Cruise https://en.ponant.com/le-bellot og eisini ber til at fylgja við skipinum á MarineTraffic her

https://www.marinetraffic.com/.../imo.../vessel:LE_BELLOT


9 ferðamannaskip vitja Tvøroyri í ár

Tað er ikki gerandiskostur at ferðamannaskip vitja Trongisvágsfjørð og okkurt ár er eingin vitjan. Í ár er vent í holuni, tí heili 9 vitjanir eru á skránni hjá Tvøroyrar Havn.

Le Bellot vitjar her 1. juni.

Island sky 23. juni og 13. juli.

Heritage Adventurer 21. juni, 1. juli og 15. juli.

Hebridean Sky 16. juni og 28. juni.

At enda vitjar National Geographic Explorer Tvøroyri, mánadagin hin 4. juli.

Jón Bogi Guttesen, havnameistari, sigur, at hetta er ein spennandi avbjóðing hjá Tvøroyrar Havn. Tað er altíð stuttligt at fáa vitjan uttanlands og er tað eisini gleðiligt at virksemið økist á fjørðinum.

Sólfríð Bech, leiðari á Visit Suðuroy á Tvøroyri, sigur, at ferðafólkini fara útferðir í oynni, samskipaðar av ymiskum føroyskum veitarum, og dentur hevur verið lagdur á at brúka lokalar ferðaleiðarar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder