Fólkavøksturin er minkaður nakað seinastu mánaðirnar. Í 2020 og 2021 lá árligi fólkavøksturin millum 1,4% og 1,6%, og seinastu árið var hann 1,3%. Hetta hómast í myndini niðanfyri, har trendurin vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985.
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda: Hagstova FøroyapersónarFólkataliðMáltTrendurMai '19Jul '19Sep '19Nov '19Jan '20Mar '20Mai '20Jul '20Sep '20Nov '20Jan '21Mar '21Mai '21Jul '21Sep '21Nov '21Jan '22Mar '22Mai '22199020002010202051.00052.00053.00054.00055.00053.941
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 168 fólk og eini nettoflyting á 519 fólk. Í talvuni niðan fyri sæst millum annað, at meðan nettoflytingin var eitt sindur hægri enn í undanfarna tíðarskeiði, so minkaði burðaravlopið niður í helvt.
Varin vøkstur í nettoflytingini
Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í tilflytingini og fráflytingini.
Eftir eina minking í 2020 vísir trendurin, at gongd aftur kom á flytingarnar í 2021. Síðani tá hevur gongdin í tilflytingini verið spakuliga vaksandi, meðan gongdin í fráflytingini ikki er vaksin eins nógv. Nú flyta gott 160 fólk til Føroya í miðal mánaðarliga, meðan knapt 115 flyta av landinum.
Íkastið til fólkavøksturin frá nettoflytingini seinasta árið var gott 40 fólk í miðal mánaðarliga. Hetta er ein lítil øking samanborið við undanfarna tíðarskeið.
Kelda: Hagstova FøroyapersónarFlyting til Føroya og flyting úr FøroyumMált - tilflytingMált - fráflytingTrendur - tilflytingTrendur - fráflytingJul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '21Jan '22200020200100200300
Burðaravlopið nógv minkað
Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í tali av føddum og deyðum.
Eftir at føðitalið vaks í 2020, vísir trendurin, at tað er aftur á sama stigi sum frammanundan, og nú verða umleið 53 børn fødd mánaðarliga.
Burtursæð frá 2020, tá færri fólk doyðu enn frammanundan, hevur gongdin verið, at millum 30 og 35 fólk doyggja um mánaðin. Seinastu mánaðirnar hevur talið av deyðum tó verið væl hægri enn vanligt. Hetta skiftið sæst týðiliga aftur í trendinum, og seinastu mánaðirnar eru umleið 46 deyð mánaðarliga.
Íkastið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum seinasta árið var sostatt í miðal 14 børn mánaðarliga. Samanborið við undanfarna tíðarskeið, tá tað tó var hægri enn vanligt, er burðaravlopið seinasta árið minkað niður í eina helvt.
Kelda: Hagstova FøroyapersónarLivandi fødd og deyðMált - føddMált - deyðTrendur - føddTrendur - deyðJul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '21Jan '2220002020050100
Størstu kommunurnar vaksa mest í tali
Av kommunum vaks fólkatalið seinasta árið mest í Tórshavnar kommunu og hevur nú rundað 22.900. Næststørsti vøkstur var í Eysturkommunu og síðani í Nes, Runavíkar og Klaksvíkar kommunum. Í 12 av 29 kommunum minkaði fólkatalið. Størsta minking var í Sands kommunu.
Av bygdunum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, Hoyvík, á Argjum og á Toftum, meðan størsta minking var á Sandi og í Runavík.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í hvørjari kommunu við tilhoyrandi bygdum 1. mai 2021 og 2022.
Fólkatalið í kommunum og bygdum
mai 2021 – mai 2022
Tilsamans53.25453.9416871,3
mai | munur | |||
---|---|---|---|---|
2021 | 2022 | persónar | % | |
Fugloyar kommuna | 38 | 38 | 0 | 0,0 |
- Hattarvík | 10 | 10 | 0 | 0,0 |
- Kirkja | 28 | 28 | 0 | 0,0 |
Viðareiðis kommuna | 354 | 350 | -4 | -1,1 |
- Viðareiði | 354 | 350 | -4 | -1,1 |
Hvannasunds kommuna | 425 | 421 | -4 | -0,9 |
- Depil | 3 | 2 | -1 | -33,3 |
- Hvannasund | 252 | 254 | 2 | 0,8 |
- Múli | 0 | 0 | 0 | - |
- Norðdepil | 167 | 162 | -5 | -3,0 |
- Norðtoftir | 3 | 3 | 0 | 0,0 |
Klaksvíkar kommuna | 5.339 | 5.393 | 54 | 1,0 |
- Klaksvík | 4.978 | 5.005 | 27 | 0,5 |
- Árnafjørður | 73 | 70 | -3 | -4,1 |
- Norðoyri | 122 | 150 | 28 | 23,0 |
- Ánirnar | 53 | 56 | 3 | 5,7 |
- Mikladalur | 27 | 25 | -2 | -7,4 |
- Trøllanes | 14 | 17 | 3 | 21,4 |
- Svínoy | 31 | 30 | -1 | -3,2 |
- Húsar | 34 | 34 | 0 | 0,0 |
- Syðradalur, Kalsoy | 7 | 6 | -1 | -14,3 |
Kunoyar kommuna | 148 | 144 | -4 | -2,7 |
- Haraldssund | 69 | 65 | -4 | -5,8 |
- Kunoy | 79 | 79 | 0 | 0,0 |
Fuglafjarðar kommuna | 1.588 | 1.618 | 30 | 1,9 |
- Fuglafjørður | 1.576 | 1.606 | 30 | 1,9 |
- Hellurnar | 12 | 12 | 0 | 0,0 |
Eysturkommuna | 2.229 | 2.302 | 73 | 3,3 |
- Leirvík | 1.023 | 1.053 | 30 | 2,9 |
- undir Gøtueiði | 34 | 33 | -1 | -2,9 |
- Gøtugjógv | 45 | 50 | 5 | 11,1 |
- Skálafjørður, Eysturkommuna | 0 | 4 | 4 | - |
- Norðragøta | 645 | 671 | 26 | 4,0 |
- Syðrugøta | 482 | 491 | 9 | 1,9 |
Nes kommuna | 1.403 | 1.471 | 68 | 4,8 |
- Nes, Eysturoy | 354 | 360 | 6 | 1,7 |
- Saltnes | 136 | 155 | 19 | 14,0 |
- Toftir | 913 | 956 | 43 | 4,7 |
Runavíkar kommuna | 4.243 | 4.301 | 58 | 1,4 |
- Oyndarfjørður | 131 | 133 | 2 | 1,5 |
- Elduvík | 12 | 11 | -1 | -8,3 |
- Funningsfjørður | 66 | 61 | -5 | -7,6 |
- Æðuvík | 105 | 113 | 8 | 7,6 |
- Glyvrar | 424 | 453 | 29 | 6,8 |
- Lamba | 167 | 158 | -9 | -5,4 |
- Rituvík | 296 | 321 | 25 | 8,4 |
- Runavík | 599 | 588 | -11 | -1,8 |
- Saltangará | 1.096 | 1.115 | 19 | 1,7 |
- Skipanes | 48 | 52 | 4 | 8,3 |
- Søldarfjørður | 370 | 366 | -4 | -1,1 |
- Lambareiði | 10 | 9 | -1 | -10,0 |
- Skála | 740 | 735 | -5 | -0,7 |
- Skálafjørður | 135 | 134 | -1 | -0,7 |
- Funningur | 44 | 52 | 8 | 18,2 |
Sjóvar kommuna | 1.137 | 1.153 | 16 | 1,4 |
- Innan Glyvur | 82 | 89 | 7 | 8,5 |
- Kolbeinagjógv | 35 | 32 | -3 | -8,6 |
- Morskranes | 33 | 35 | 2 | 6,1 |
- Selatrað | 45 | 38 | -7 | -15,6 |
- Strendur | 942 | 959 | 17 | 1,8 |
Eiðis kommuna | 763 | 797 | 34 | 4,5 |
- Eiði | 682 | 715 | 33 | 4,8 |
- Ljósá | 37 | 36 | -1 | -2,7 |
- Svínáir | 44 | 46 | 2 | 4,5 |
Sunda kommuna | 1.824 | 1.836 | 12 | 0,7 |
- Norðskáli | 329 | 334 | 5 | 1,5 |
- Oyrarbakki | 170 | 166 | -4 | -2,4 |
- Oyri | 169 | 174 | 5 | 3,0 |
- Gjógv | 23 | 20 | -3 | -13,0 |
- Haldórsvík | 113 | 119 | 6 | 5,3 |
- Langasandur | 50 | 46 | -4 | -8,0 |
- Tjørnuvík | 46 | 47 | 1 | 2,2 |
- Saksun | 11 | 10 | -1 | -9,1 |
- Hvalvík | 249 | 263 | 14 | 5,6 |
- Nesvík | 0 | 0 | 0 | - |
- Streymnes | 323 | 321 | -2 | -0,6 |
- Hósvík | 341 | 336 | -5 | -1,5 |
Tórshavnar kommuna | 22.506 | 22.900 | 394 | 1,8 |
- Kollafjørður | 820 | 833 | 13 | 1,6 |
- Oyrareingir | 43 | 45 | 2 | 4,7 |
- Signabøur | 148 | 148 | 0 | 0,0 |
- Argir | 2.425 | 2.472 | 47 | 1,9 |
- Tórshavn | 13.641 | 13.892 | 251 | 1,8 |
- Kaldbak | 256 | 256 | 0 | 0,0 |
- Kaldbaksbotnur | 9 | 8 | -1 | -11,1 |
- Mjørkadalur | 0 | 0 | 0 | - |
- Sund | 1 | 1 | 0 | 0,0 |
- Hvítanes | 106 | 100 | -6 | -5,7 |
- Hoyvík | 4.454 | 4.554 | 100 | 2,2 |
- Norðradalur | 9 | 10 | 1 | 11,1 |
- Syðradalur, Streymoy | 11 | 9 | -2 | -18,2 |
- Kirkjubøur | 89 | 84 | -5 | -5,6 |
- Velbastaður | 240 | 241 | 1 | 0,4 |
- Hestur | 19 | 17 | -2 | -10,5 |
- Koltur | 0 | 0 | 0 | - |
- Nólsoy | 235 | 230 | -5 | -2,1 |
Kvívíkar kommuna | 612 | 606 | -6 | -1,0 |
- Kvívík | 396 | 396 | 0 | 0,0 |
- Leynar | 114 | 110 | -4 | -3,5 |
- Skælingur | 13 | 13 | 0 | 0,0 |
- Stykkið | 37 | 37 | 0 | 0,0 |
- Válur | 52 | 50 | -2 | -3,8 |
Vestmanna kommuna | 1.255 | 1.256 | 1 | 0,1 |
- Vestmanna | 1.255 | 1.256 | 1 | 0,1 |
Vága kommuna | 2.160 | 2.159 | -1 | -0,0 |
- Sandavágur | 984 | 990 | 6 | 0,6 |
- Miðvágur | 1.134 | 1.125 | -9 | -0,8 |
- Vatnsoyrar | 42 | 44 | 2 | 4,8 |
Sørvágs kommuna | 1.243 | 1.246 | 3 | 0,2 |
- Sørvágur | 1.138 | 1.146 | 8 | 0,7 |
- Bøur | 74 | 72 | -2 | -2,7 |
- Gásadalur | 14 | 13 | -1 | -7,1 |
- Mykines | 17 | 15 | -2 | -11,8 |
Skopunar kommuna | 459 | 457 | -2 | -0,4 |
- Skopun | 459 | 457 | -2 | -0,4 |
Sands kommuna | 553 | 526 | -27 | -4,9 |
- Sandur | 553 | 526 | -27 | -4,9 |
Skálavíkar kommuna | 139 | 138 | -1 | -0,7 |
- Skálavík | 139 | 138 | -1 | -0,7 |
Húsavíkar kommuna | 113 | 108 | -5 | -4,4 |
- Dalur | 37 | 35 | -2 | -5,4 |
- Húsavík | 66 | 63 | -3 | -4,5 |
- Skarvanes | 10 | 10 | 0 | 0,0 |
Skúgvoyar kommuna | 41 | 41 | 0 | 0,0 |
- Skúgvoy | 31 | 31 | 0 | 0,0 |
- Stóra Dímun | 10 | 10 | 0 | 0,0 |
Hvalbiar kommuna | 677 | 671 | -6 | -0,9 |
- Hvalba | 606 | 603 | -3 | -0,5 |
- Sandvík | 71 | 68 | -3 | -4,2 |
Tvøroyrar kommuna | 1.766 | 1.774 | 8 | 0,5 |
- Froðba | 286 | 288 | 2 | 0,7 |
- Trongisvágur | 526 | 534 | 8 | 1,5 |
- Tvøroyri | 867 | 864 | -3 | -0,3 |
- Ørðavík | 30 | 28 | -2 | -6,7 |
- Ørðavíkslíð | 57 | 60 | 3 | 5,3 |
Fámjins kommuna | 84 | 85 | 1 | 1,2 |
- Fámjin | 84 | 85 | 1 | 1,2 |
Hovs kommuna | 103 | 101 | -2 | -1,9 |
- Hov | 103 | 101 | -2 | -1,9 |
Porkeris kommuna | 324 | 327 | 3 | 0,9 |
- Porkeri | 324 | 327 | 3 | 0,9 |
Vágs kommuna | 1.379 | 1.370 | -9 | -0,7 |
- Vágur | 1.379 | 1.370 | -9 | -0,7 |
Sumbiar kommuna | 349 | 352 | 3 | 0,9 |
- Lopra | 83 | 89 | 6 | 7,2 |
- Sumba | 251 | 249 | -2 | -0,8 |
- Víkarbyrgi | 0 | 0 | 0 | - |
- Akrar | 15 | 14 | -1 | -6,7 |
Viðm.:Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda:Hagstova Føroya
Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.
Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald