Vinna

Fólkatalið er nú 54.200 - vøksturin er 1,3%

670 fólk løgdust aftur at fólkatalinum seinasta árið, og 1. august búðu 54.200 fólk í Føroyum. Vøksturin svarar til 1,3%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiðið, tá fólkatalið vaks við 1,5%.

2022-09-12 14:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Áhaldandi vøksturin, sum hevur verið at sæð í fólkatalinum seinastu árini, er viknaður nakað seinastu mánaðirnar. Hetta hómast í myndini niðanfyri, har trendurin vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985. Íkastið frá burðaravlopinum er nógv minkað, men partur av minkingini verður tó uppvigaður av einari lítlari øking í nettoflytingini.


Talvan niðan fyri vísir broytingar í fólkatalinum í seinasta og í undanfarna tíðarskeiði. Ein fjórðingur av vøkstrinum hetta tíðarskeiðið kemur av einum burðaravlopi á 160 fólk, og tríggir fjórðingar koma frá eini nettoflyting á 510 fólk. Burðaravlopið er munurin millum fødd og deyð, og nettoflytingin er munurin millum til- og fráflyting.

Burðaravlopið er minkað í helvt samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hetta kemur av, at færri eru fødd og fleiri eru deyð. Hinvegin er nettoflytingin økt í mun til undanfarna tíðarskeið. Gongd er aftur komin á flytingarnar, sum minkaðu nógv eftir at koronufarsóttin byrjaði at gera um seg. 

Ein lítil øking í nettoflytingini

Íkastið til fólkavøksturin frá nettoflytingini seinasta árið var gott 40 fólk í miðal mánaðarliga. Eins og trendurin í myndini niðan fyri vísir, so er hetta ein lítil øking samanborið við undanfarna tíðarskeið.

Kelda: Hagstova FøroyapersónarFlyting til Føroya og flyting úr FøroyumMált - tilflytingMált - fráflytingTrendur - tilflytingTrendur - fráflytingJul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '21Jan '22Jul '22200020200100200300

Burðaravlopið nógv minkað

Talið av deyðum hevur verið hægri enn vanligt seinastu mánaðirnar. Í fleiri ár var gongdin tann, at í miðal 30 fólk doyðu um mánaðin. Seinastu seks mánaðirnar er hetta broytt, og nú doyggja um 45 fólk í miðal mánaðarliga. Skiftið sæst týðiliga aftur í trendinum í myndini niðanfyri. Trendurin vísir eisini, at føðitalið, sum vaks í 2020, nú er aftur á sama stigi sum frammanundan.

Kelda: Hagstova FøroyapersónarLivandi fødd og deyðMált - føddMált - deyðTrendur - føddTrendur - deyðJul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '21Jan '22Jul '221990200020102020050100

Kommunurnar

Í mun til somu tíð í fjør er fólkatalið vaksið í 14 kommunum, minkað í 14 kommunum og óbroytt í einari kommunu. 

Størsti vøkstur í tali var í Tórshavnar kommunu. Nú búgva yvir 23.000 fólk í kommununi, og tað svarar til 43% av fólkatalinum. Av teimum 23.000 eru 21.000 búsitandi í Tórshavn, Hoyvík og Argjum. Næststørsti vøkstur í tali var í Eysturkommunu, sum nú hevur 2300 íbúgvar. 

Lutfalsliga størsti vøkstur á heili 4,7% var í Nes kommunu. Sostatt nærkast fólkatalið í Nes kommunu 1500 fólkum. Somuleiðis var lutfalsliga stórur vøkstur í Eysturkommunu, Eiðis og Vestmanna kommunu. 

Fólkatalið minkaði mest í Hvalbiar og Sands kommunu. 

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í hvørjari kommunu við tilhoyrandi bygdum 1. august 2021 og 2022.

Fólkatalið í kommununum og bygdum

aug 2021 – aug 2022

Tilsamans53.53054.2006701,3


augustmunur

20212022persónar%





Fugloyar kommuna383800,0
- Hattarvík101000,0
- Kirkja282800,0
Viðareiðis kommuna355347-8-2,3
- Viðareiði355347-8-2,3
Hvannasunds kommuna426419-7-1,6
- Depil52-3-60,0
- Hvannasund255251-4-1,6
- Múli000-
- Norðdepil16316300,0
- Norðtoftir3300,0
Klaksvíkar kommuna5.3545.405511,0
- Klaksvík4.9825.016340,7
- Árnafjørður7665-11-14,5
- Norðoyri1321562418,2
- Ánirnar535747,5
- Mikladalur252500,0
- Trøllanes1417321,4
- Svínoy3129-2-6,5
- Húsar343400,0
- Syðradalur, Kalsoy76-1-14,3
Kunoyar kommuna152146-6-3,9
- Haraldssund7065-5-7,1
- Kunoy8281-1-1,2
Fuglafjarðar kommuna1.6021.630281,7
- Fuglafjørður1.5901.618281,8
- Hellurnar121200,0
Eysturkommuna2.2312.300693,1
- Leirvík1.0211.048272,6
- undir Gøtueiði343512,9
- Gøtugjógv4754714,9
- Skálafjørður, Eysturkommuna4400,0
- Norðragøta637668314,9
- Syðrugøta48849130,6
Nes kommuna1.4151.482674,7
- Nes, Eysturoy355366113,1
- Saltnes1381521410,1
- Toftir922964424,6
Runavíkar kommuna4.2734.326531,2
- Oyndarfjørður13113653,8
- Elduvík1311-2-15,4
- Funningsfjørður6361-2-3,2
- Æðuvík10710810,9
- Glyvrar427456296,8
- Lamba163157-6-3,7
- Rituvík316327113,5
- Runavík595591-4-0,7
- Saltangará1.1061.116100,9
- Skipanes4655919,6
- Søldarfjørður370365-5-1,4
- Lambareiði109-1-10,0
- Skála74575160,8
- Skálafjørður137133-4-2,9
- Funningur4450613,6
Sjóvar kommuna1.1431.158151,3
- Innan Glyvur868822,3
- Kolbeinagjógv3529-6-17,1
- Morskranes3431-3-8,8
- Selatrað404000,0
- Strendur948970222,3
Eiðis kommuna777796192,4
- Eiði697715182,6
- Ljósá343400,0
- Svínáir464712,2
Sunda kommuna1.8111.842311,7
- Norðskáli32833130,9
- Oyrarbakki16617153,0
- Oyri16817242,4
- Gjógv222314,5
- Haldórsvík11211976,3
- Langasandur484912,1
- Tjørnuvík4847-1-2,1
- Saksun1110-1-9,1
- Hvalvík246266208,1
- Nesvík000-
- Streymnes330319-11-3,3
- Hósvík33233530,9
Tórshavnar kommuna22.68423.0713871,7
- Kollafjørður82383070,9
- Oyrareingir4441-3-6,8
- Signabøur14915232,0
- Argir2.4472.504572,3
- Tórshavn13.70913.9572481,8
- Kaldbak25525831,2
- Kaldbaksbotnur98-1-11,1
- Mjørkadalur000-
- Sund1100,0
- Hvítanes10499-5-4,8
- Hoyvík4.5354.618831,8
- Norðradalur910111,1
- Syðradalur, Streymoy9900,0
- Kirkjubøur9385-8-8,6
- Velbastaður24825241,6
- Hestur1817-1-5,6
- Koltur000-
- Nólsoy231230-1-0,4
Kvívíkar kommuna609608-1-0,2
- Kvívík388400123,1
- Leynar120112-8-6,7
- Skælingur131300,0
- Stykkið3733-4-10,8
- Válur5150-1-2,0
Vestmanna kommuna1.2421.268262,1
- Vestmanna1.2421.268262,1
Vága kommuna2.1602.171110,5
- Sandavágur981995141,4
- Miðvágur1.1341.132-2-0,2
- Vatnsoyrar4544-1-2,2
Sørvágs kommuna1.2521.249-3-0,2
- Sørvágur1.1461.14820,2
- Bøur7573-2-2,7
- Gásadalur1413-1-7,1
- Mykines1715-2-11,8
Skopunar kommuna45946561,3
- Skopun45946561,3
Sands kommuna556522-34-6,1
- Sandur556522-34-6,1
Skálavíkar kommuna142137-5-3,5
- Skálavík142137-5-3,5
Húsavíkar kommuna113107-6-5,3
- Dalur3735-2-5,4
- Húsavík6662-4-6,1
- Skarvanes101000,0
Skúgvoyar kommuna4140-1-2,4
- Skúgvoy3130-1-3,2
- Stóra Dímun101000,0
Hvalbiar kommuna682668-14-2,1
- Hvalba611600-11-1,8
- Sandvík7168-3-4,2
Tvøroyrar kommuna1.7801.778-2-0,1
- Froðba28529051,8
- Trongisvágur53053330,6
- Tvøroyri877872-5-0,6
- Ørðavík3028-2-6,7
- Ørðavíkslíð5855-3-5,2
Fámjins kommuna8382-1-1,2
- Fámjin8382-1-1,2
Hovs kommuna10210422,0
- Hov10210422,0
Porkeris kommuna32332961,9
- Porkeri32332961,9
Vágs kommuna1.3671.363-4-0,3
- Vágur1.3671.363-4-0,3
Sumbiar kommuna358349-9-2,5
- Lopra8884-4-4,5
- Sumba255252-3-1,2
- Víkarbyrgi000-
- Akrar1513-2-13,3





Viðm.:Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda:Hagstova Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder