Politikkur

Fólkaflokkurin vil VARÐVEITA fólkapensjónina

Í lesarabrævi skýrir Eyðgunn Samuelsen, tingbólkaforkvinna Javnaðarfloksins, meg og Fólkaflokkin fyri at vilja avtaka fólkapensjónina. Tað sær út til, at hon hevur fingið eina samrøðu við meg í Norðlýsinum og eina veljarakanning í hálsin. Lat meg sláa fast beinanvegin, at eg í samrøðuni ikki sigi, at eg ynski avtaka fólkapensjónina ella samhaldsfasta.

2025-06-05 20:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í samrøðuni verður tosað um málið um pensjónsaldur og haldførisavbjóðingina. Eg vísti á, at vit fyrst og fremst hava ein trupulleika her og nú. Við hesari samgonguni er avlop vent til hall. Tvey tey undanfarnu árini hevur tað verið hall, í ár verður hall og komandi ár verður væntandi eisini hall. At hækka pensjónsaldurin um 15 ár ger onki við ovurstóru avbjóðingina, ið vit hava nú við hundraðtals milliónum í halli.

Eisini nevni eg í samrøðuni, at trupulleikin er meiri samansettur enn so, tí vit hava eitt minkandi burðartal, og fleiri ung koma ikki aftur. Tí eiga vit eisini at seta inn her, og Fólkaflokkurin hevur eisini víst á fleiri loysnir.

Síðani nevni eg í samrøðuni, at vit spara upp til egna eftirløn í dag, og okkara ættarlið fer at hava eina stóra eftirlønaruppsparing. Spurningurin er so – skal okkara ættarlið hava somu pensjónstreytir sum okkara ommur og abbar? Um vit skulu tað, hví spara vit so upp til egna pensjón?

Tí nevni eg, at vit eiga dúva meiri upp á egna pensjón í framtíðini í mun til skipanina, vit hava í dag. Harumframt nevni eg, at summi hava ikki eina stóra eginpensjón av ymsum orsøkum, og tey skulu sjálvandi ikki vera fyri vanbýti. Sostatt er tað skeivt, tá skuldsetingin frá Eyðgunn er, at vit ynskja at økja um ójavnan á ellisárum.

Vert er eisini at nevna her, at Eyðgunn Samuelsen var landsstýriskvinna í almannamálum, tá man framdi eina pensjónsnýskipan. Tá valdi man at mótroknað í grundarupphæddini, nettupp soleiðis, at tey, ið hava nógv í eginpensjón ikki fingu fulla grundarupphædd. Eisini skar man grundarupphæddina, men samgongan við Fólkaflokkinum hækkaði tað aftur.

Vit halda ikki, at man skal stara seg blindan í málinum um pensjónsaldur, og eiga onnur ting takast við, tá vit hugsa um haldføri. Tí halda vit, at tað er skeivt at tvíhalda um, at pensjónsaldurin skal hækkast, samstundis sum arbeiðsvikan skal styttast – altso, tey gomlu skulu arbeiða meir, meðan tey yngru skulu arbeiða minni. Tað versnar enn meira um haldføri.

Nú Javnaðarflokkurin hevur meldað út, at hann ynskir samstarv við allar flokkar, so hevði tað sømt seg, at heldur tosa saman um loysnir, enn at fara út í miðlarnar og skapa ósannar ræðumyndir um, hvat aðrir flokkar ætla sær.

Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder