Ítróttur

Fólk vilja hava at Hondbóltsambandið letur hurðarnar upp til dystin í dag

Eftir eitt lakari avrik ímóti Luksemborg fyrrdagin, so reisti føroyska liðið seg ímóti Italia í gjár, og vunnu Føroyar sera spennandi dystin 27-26.

2022-01-16 11:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Einki er avgjørt í bólki 4 í HM-undankappingini, og kunnu øll liðini enn spæla seg víðari.

Hondbóltsambandið seldi fyrst í desember 400 atgongumerkir til dystirnar, og tann 12. januar kom HSF við hesari útmeldingini: “Talan verður um eitt avmarkað tal av áskoðarum, sum sleppa til HM-undandystirnar hjá Føroyum komandi vikuskiftið. Avmarkaða talið av atgongumerkjum, sum vóru sett til sølu tíðliga í desember, eru útseld.

Vegna koronaavmarkingar verða ikki fleiri atgongumerki seld.”

Eftir flotta sigurin í gjár var ein atkvøðugreiðslu á Facebook bólkinum ”Hondbóltkjak”, sum ljóðaði ”Skal HSF lata upp fyri hurđunum í morgin so 1.000+ kunna koma inn?”

Í skrivandi stund eru tað 323 fólk, sum hava svarað ”JA, so heilt avgjørt”. Meðan 53 fólk hava svarað ”NEI, tey skulu halda seg til tilmælini”.

Leiksskráin í dag sær soleiðis út:
kl. 15.30 Italia – Luksemborg
kl. 18.00 Føroyar – Lettland

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder