Politikkur

Fólk kunnu vænta longri avgreiðslutíðir mánadagin

Talgilda heilsuskipanin verður uppstigað í vikuskiftinum. Tí kunnu fólk vænta at avgreiðslutíðina hjá kommunulæknum og á apotekunum verður eitt vet longur í næstu viku, meðan starvsfólkini venja seg við skipanina.

2022-01-16 10:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað hevur í longri tíð verið arbeitt við at uppstiga talgildu heilsuskipanina, sum verður brúkt í øllum heilsuverkinum og í pørtum av eldrarøktini. Talan er um eina umfatandi og neyðuga dagføring av skipanini.

Vanliga hava slíkar størri tøkniligar dagføringar við sær avbjóðingar fyrstu dagarnar eftir uppstiganina. Heilsustarvsfólkini skulu venja seg við skipanina og nýggju tøknina, meðan teir síðstu snøklarnir koma uppá pláss.

Tí kunnu fólk yvirhøvur vænta longri avgreiðslutíðir í viðtalunum hjá kommunulæknunum og á sjúkrahúsunum frá mánadegnum og hesa næstu tíðina. Eisini kunnu bíðitíðirnar á apotekunum verða longri enn vant.

Tekur longri tíð at endurnýggja reseptir 
Vanliga er tað soleðis, at hava fólk fyri neyðini at endurnýggja reseptir, so hevur hetta verið uppá pláss mest sum beinanvegin, og tú kanst fara á apotekið eftir heilivágnum sama dag.

Hesa næstu tíðina skulu fólk vænta, at tað fer at taka longri tíð at fáa reseptina endurnýggjaða. Hetta meðan allir medisinlistar verða dagførdir í nýggju skipanini. 

Tí er gott um fólk ikki bíða við at endurnýggja reseptir til í síðstu løtu. Apotekini eru til reiðar og fólk sum hava bráðneyðugan heilivág fyri neyðini, fáa sjálvsagt tað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder